Blái Krossur Føroya hevur fingið nýggjan aðalskrivara

Felagssskapurin, ið virkar fyri fyribyrgjan og viðgerð innan rúsdrekka- og rúsevnismisnýtsu, hevur sett Petur Jákup Petersen – vanliga nevndur Dakku – í starv sum aðalskrivari. Starvið er áramálsett í eitt 3 ára skeið.

Dakku er 64 ár. Hann hevur drúgvar leiðsluroyndir, bæði sum arbeiðsformaður og vinnulívsmaður – í Føroyum og uttanlanda. Sum kommunupolitikari hevur Dakku gott innlit í politisku skipanina. Á fyribyrgingarliga økinum hevur Dakku verið við til at skipa Bingju-projektið “Liv Lívið” hjá Bláa Krossi, sum var á tónleikafestivalunum í fjør.

Hann hevur í nógv ár verið ein drívmegi í sjálvbodna arbeiðinum hjá Bláa Krossi, har hann bæði hevur verið við til at stovna handlar og sum formaður í bygginevndini staðið á odda fyri byggingini av Blákrossheiminum á Nesi. Dakku skal saman við landsnevndini skipa arbeiðið kring landið. Hann tekur við starvinum 1. maj.

 

Blái Krossur Føroya er eitt hjálpar- og fráhaldsfelag við uml. 1350 limum, skipaður á einum kristiligum diakonalum grundarlagi og vil:

* arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsandi løgi ella -evnum.

* hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsandi løgi ella -evnum;

* hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsandi løgi ella -evnum

* útvega virðiligar bústaðir til fólk, ið eru komin illa fyri av rúsi.

* útvega góð brúkt klæðir og innbúgv.

 

Blái Krossur eigur og rekur Blákrossheimið á Nesi.

Blái Krossur hevur í dag umleið 20 lønt og 300 ólønt starvsfólk í felagsskapinum

Kunning um arbeiði hjá Bláa Krossi Føroya er á www.blakross.fo

 

Blái Krossur Føroya
Vegna landsnevndina
Sverri Steinhólm, frm.