BKU í Bergen
Í hesum døgum vitjar BKU-nevndin (BláKrossUngdómur) Bláa Kross í Bergen, fyri at fáa íblástur, ráðlegging og annað gott heim við aftur.
Tey, sum eru í nevndini og síggjast á myndini, eru Jógvan Martin Davidsen, Sjúrður Steinhólm, Birita Dam og Lív Justinussen (Hans Terji Vestergaard kundi ikki vera við).
Túrurin er eitt sindur blandaður, har tey sum nýggj nevnd fáa íblástur, ráðlegging, samansjóðast og tosa um framtíðina hjá BKU.
Í dag hava tey m.a. verið og vitjað Kompasset, ið minnir um okkara “Øll hava rætt til góð barnaár”.
Tey lendu í dag og koma heim aftur hósdagin.
Amund Gillebo, leiðari av “nasjonal programavdeling”, takkar BKU á Facebook fyri ein góðan dag við samtalum um uppvøkstur, fyribyrging og Bláa Kross í Føroyum.