Ber væl til at hugna sær edrú á festivali

Í hesum summartíðum er nógvur ungdómur samlaður til stevnur og festivalar, og fyri mong fylgir rúsdrekka við, men tó ikki fyri øll. ‘Summarmorgun’ hjá Kringvarpi Føroya hevur prátað við sekstan ára gomlu Karitu Zachariassen, sum hevur valt, at ikki fylgja tí streyminum.

Hóast fleiri av hennara javnaldrum drekka rúsdrekka, trýr Karita ikki, at hon fer at angra tað í framtíðini, at hon ikki drekkur rúsdrekka, tí hon hevur tað gott við tí soleiðis:  “Eg hugni mær óført og eg njóti lívið, sjálvt um eg ikki drekki.”

 

Drekkimentanin byrjar tíðliga

Longu sum trettan ára gomul møtti Karita drekkimentanini, har hon stóð við avgerðini, um hon skuldi siga ja ella nei til rúsdrekka, og hon sigur seg nú síggja einans ellivu- tólv ára gamlar gentur vera ávirkaðar.

Men Karita tók valið, at hon ikki ynskti at drekka rúsdrekka, og tað hevur hon hildið við í trý ár: “Sjálvandi, fái eg eisini nógvar negativar viðmerkingar, men tað er altíð onkur, sum roynir at trýsta okkum niður”.

Hon vísir tó víðari á, at hon møtir nógvari virðing yvir fyri valinum: “Nú eru tað skjótt trý ár síðan, at eg var spurd fyrstu ferð og ígjøgnum næstan tvey ár, haldi eg, at fólk líkasum blivu við at spyrja, ‘kemur tú ikki við?’ og ‘vilt tú ikki hava?’, men eg føli, at serliga hetta síðsta árið hevur verið annarleiðis, tí at fólk hava líkasum fata tað og virða tað fult”.

 

Snýr seg um egið val

Óansæð ávirkanirnar til og frá rúsdrekka, s.s. um ein er undir bólkatrýstið, bæði tað er millum vinir ella í familjuni, um ein er trúarligur ella um ein er uppvaksin á ein ávísan hátt o.s.fr., so er tað ikki grundgevingin, fyri hví ein drekkur rúsdrekka ella ikki, sigur Karita, tí at alt í alt er tað eitt egið val: “eg haldi, at tað avgerð mann sjálvur. Hesar stevnurnar og hesir festivalarnir o.l. … Tað er ofta, at kanska summi drekka bara til tað á árinum, ella byrja at drekka har o.s.fr.. Tí kann tað virka sum, at kanska tá drekkur mann, tí at tá skal tað hátíðarhaldast ella feirast, men eg haldi at tað er eins egna avgerð.”

Karita kennir til bólkatrýst, men kennir seg ikki so ávirkað av tí sjálv, so hon eggjar øðrum, til at ikki at fella undir trýstið: “ver sikkur í tær sjálvum! So skjótt sum fólk fata tað, at tú drekkur ikki, so virða tey tað”, hóast tað kann taka tíð.

 

 

Hoyr alla samrøðuna her: Kringvarp Føroya. Netvarp