Batar hómast í Kjad
Blái Krossur Føroya og Føroya Landsstýri stuðla verkætlanini ”Sig nei til rúsdrekka og narko” í Ndjamene í Kjad. Verkætlanin vísir seg at geva úrslit.
Verkætlanin í Kjad er ein trý-ára verkætlan frá 2014 til 2016. Tískil er hon ikki liðug enn, men frágreiðingarnar higartil vísa, at verkætlanin røkkur langt út og ger mun.
Minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna
Eitt av høvuðsmálunum við verkætlanini er at minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum tey ungu í Ndjamena. Tað verður millum annað gjørt við at kunna tey ungu um vandarnar við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu og at geva teimum annað innihald í gerandisdegnum enn rúsdrekka. Leiðarar, lærarar, foreldur og onnur eru við í verkætlanini.
Ovurnýtsla av rúsdrekka hevur havt sera nógvar neiligar fylgjur við sær í Kjad. Til dømis hevur rúsdrekka og evnið Tramadol verið orsøk til 20% av øllum deyðsføllum í ferðsluni í Kjad (WHO 2014). HIV/AIDS er ein stórur trupulleiki, og tá ið rúsdrekka og rúsevni eru uppií, so er tað ein sannroynd, at tað spreiðir seg enn meira.
7 skúlar og 12.000 næmingar
Nú eru sjey skúlar í Ndjamena við í verkætlanini. Á hesum skúlunum eru meira enn 12.000 næmingar. Blái Krossur í Kjad hevur verið við til 190 undirvísingartímar.
Umframt at venda sær til tey ungu í skúlunum, vendir verkætlanin sær eisini til teir ungu motorsúkkluførararnar, ið brúka motorsúkklurnar sum hýruvognar.
Minni rúsdrekka
Enn er ov stutt tíð fráliðin at siga nakað endaligt úrslit av verkætlanini. Men nakrar ábendingar síggjast tó. Frágreiðingin sigur millum annað, at lærarar og onnur starvsfólk á skúlunum siga, at tað er minni rúsdrekka- og rúsevnisnýtsla í skúlunum, minni rúsevnissøla, lærararnir eru áhugaðir í nýggjum frálæringarhættum, og meira enn helvtin av motorsúkkluførararunum hava tikið eina HIV-roynd.
Rúsevnaseljarar rýmdir
Mr. Gombo, skúlastjóri í Concorde High school, sigur soleiðis í frágreiðingini:
– “Eg kann bara úttala meg um tíðina, síðani eg bleiv leiðari á skúlanum, men eg haldi, at Blái Krossur hevur gjørt eitt gott arbeiði. Tá ið eg kom, vóru tað nøkur, ið seldu rúsevnir her á skúlanum og onnur, ið seldu rúsdrekka í smáum posum. Eg yvirraskaði nakrar næmingar í skúlagarðinum. Tað var eitt sindur keðiligt, tá ið eg kom á hendan skúlan. Men í dag við hjálp frá Bláa Krossi, síggi eg als einki til hetta óskili. Øll tey, ið seldu, eru rýmd.”
Altjóða stuðul
Altjóða Blái Krossur, International Federation of the Blue Cross (IFBC), stýrir verkætlanini í tøttum samstarvi við Bláa Kross í Kjad. Umframt stuðulin frá Føroya Landsstýri og Bláa Krossi í Føroyum verður verkætlanin stuðlað av sveisisku stjórnini og hjálparfelagsskapum í Sveis.
Les meira úr blákrossblaðnum her