Ársfrágreiðingin frá Blákrossheiminum: Fleiri bundin av sterkari rúsevnum
Talið av fólki, ið leita sær viðgerð vegna sterkari narkotisk rúsevni er vaksandi. Í fjør høvdu 15% av teimum, ið vóru í viðgerð á Blákrossheiminum, brúk fyri hjálp vegna misnýtslu av sterkari rúsevnum.
Ársfrágreiðingin hjá Blákrossheiminum fyri 2014 er komin út. Hon vísir millum annað, at tað eru fleiri og fleiri, ið leita sær hjálp vegna misnýtslu av sterkari evnum. Í fjør var talið 15% í mun til 12% árið fyri. Og hyggja vit yvir eitt longri tíðarskeið, so er hetta talið nógv vaksið, sigur Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum.
Tá ið talan eru um hvat slag av rúsandi evnum, fólk gerast bundin at, er ein munandi broyting farin fram tey seinastu árini. Tó so alkohol er framvegis nógv tann stórsti trupulleikin. Hagtølini á Blákrossheiminum vísa, at fólk, sum eru bundin at ymiskum rúsandi evnum, eisini eru bundin at alkohol. 69% av teimum, sum vóru í viðgerð í 2014, høvdu trupulleikar av alkohol, í mun til 63% í 2013. Hini 31% umboða tey, hvar alkohol var blandað saman við øðrum rúsevnum. Í 2013 var hetta talið 37%.
Bundni av alkohol og tablettum hevur verið svingandi seinastu árini. Í 2013 vóru 13% av viðgerðunum fyri hetta slagið av bundni og í 2014 lækkar tað niður í 9%. Størstu sveiggini eru í bólkinum alkohol, tablettir, hash og narkotisk evni. Í 2013 var hetta 12% av viðgerðunum og er hetta í 2014 hækkað upp í 15%. Møguliga kann hettar koma av, at narkotisk evni eru lættari at fáa fatur á og møguliga er ein økt tilgongd av hesum evnum í Føroyum.
Sum áður sagt, so vísa royndir frá innleggingum á Blákrossheiminum, at næstan eingin ”bara” nýtir t.d. hash ella onnur narkotisk evni í Føroyum. Ein grund til, at næstan eingin nýtir eitt einstakt evni, er møguliga, at tilgongdin av rúsevnum er óstøðug. Hetta, at næstan eingin heldur seg til eitt einstakt evni, er møguliga eitt serføroyskt fyribrigdi í mun til tey londini, vit samanbera okkum við, og hetta kann vera orsaka av avmarkaðari tilgongd av rúsevnum.
Á Blákrossheiminum hava vit sæð eina gongd, sum tykist at hava stabiliserað seg, har ein størri partur av viðgerðunum er fyri misnýtslu av hashi og/ella narkotiskum evnum saman við alkoholi og tablettum. Henda gongd eigur at vera tikin í størsta álvara, stendur m.a. at lesa í ársfrágreiðingini, ið er at finna her!