Anne Babb, aðalskrivari í altjóða Bláa Krossi, vitjar Skjólið
Týskvøldið 5. mars kl. 19.00 er aftur kvøldseta í Skjólinum.
Hesuferð er tað aðalskrivarin í altjóða Bláa Krossi, Anne Babb úr Finlandi, ið vitjar.
Hon kemur at greiða frá, hvat Blái Krossur ger uttanfyri landoddarnar.
Nevnast kann, at Blái Krossur ger eitt spennandi arbeiði í Kjad, har Føroya Landstýrið hevur játtað pening.
Vit fáa eisini høvi at seta henni spurningar um hennara arbeiði, og hvat tað er fyri felagsskapur vit, í Bláa Krossi Føroyum, eru partur av.
Afturat hesum fáa vit vitjan av spennandi trubadurinum úr Fuglafirði, sum býr í Lerivík, Bárði á Lakjuni, ið kemur at spæla nøkur løg fyri okkum.
So leggið leiðina framvið, hesuferð týskvøld kl. 19.00, til spennandi upplegg og góðan drekkamunn.