Áminning um útsetan av landsinnsavning

Vit vilja minna á, at landsinnsavningin hjá Bláa Krossi Føroya er útsett til 24. okt. Landsinnsavningin hevur, síðani 2010, hvørt ár verið í mai mánaði. Í ár lat hetta seg ikki gera vegna Covid-19 smittuna.
Savnað verður inn til fyribyrgingararbeiðið, herundir verkætlanirnar ”Øll hava rætt til góð barnaár” og ”Liv Lívið”. Blái Krossur takkar fyri allan stuðul felagsskapurin fær.