Altjóða Sálarheilsudagurin í Öström í Tórshavn 10. oktober 2019

Upplegg, tónleikur og básar við kunning um stovnar, feløg og onnur, sum arbeiða innan økið, eru við á degnum í morgin. Evnið fyri dagin í ár er “sjálvmorð”, sum WHO (Altjóða Heilsustovnurin undir ST) hevur valt sum altjóða evni.

Drekkamunnur og søtt til góman verður at fáa.
Tiltakið byrjar kl. 14, og tað er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum aftur í ár, fyri triðju ferð, verður hildin í Öström í Tórshavn í morgin, 10. oktober 2019.

Skráðin sæst á her

Feløg og stovnar sum eru við á hendan dagin eru (GG: fleiri feløg verða løgd afturat): psykiatriska depilin, Almannaverkið, Fountainhúsið, Gigni, Heilsurøktarafelagið, Dugni, Fólkaheilsuráðið, Blái Krossur, Rachel´s Vineyard Føroyar, Grit, KRIS, Føroya Politi, Barnabati, ADHD-felagið, Fysioterapi felagið, Tórshavnar Kommuna, Megnar títt lív, Autismufelagið, Reyði Krossur Føroya og Sinnisbati.