Altjóða sálarheilsudagur: Blái Krossur og Blákrossheimið í Østrøm
Blái Krossur Føroya og Blákrossheimið tóku mikudagin 10. oktober lut í tiltaki í Østrøm, sum Sinnisbati skipaði fyri í sambandi við, at dagurin var altjóða sálarheilsudagur.
Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur á Blákrossheiminum, hevði framløgu um DATung, sum er nýtt viðgerðartilboð fyri ung. Viðgerðin snýr seg um at hjálpa ungum at handfara lívið uttan rús og fyribyrgja, at ung menna ein álvarsaman rústrupulleika.
Dagurin byrjaði klokkan 13.00, tá kunnandi básar lótu upp, og ein tíma seinni bjóðaði Róa Midjord, forkvinna í Sinnisbata, vælkomin.
Gjøgnum dagin vóru fleiri framløgur. Umframt Thorvald Danielsen løgdu millum annað Dugni og Kris fram. Guðrið Hansdóttir og Eyðun Nolsøe spældu eisini á tiltakinum.
Feløgini og stovnarnir, sum vóru við, vóru Dugni, Fountainhúsið, Fólkaheilsuráðið, Kris, Føroyskir Sálarfrøðingar, Heilsurøktarfelagið, Almannaverkið, Rachel’s Vineyard Føroyar, Psykiatriski Depilin, Blákrossheimið og Blái Krossur Føroya.