Almennir stovnar skulu ikki hava alkohol á borðinum gerandisdagar
– Summi duga at skrúva proppin á aftur fløskuna, tá tey ikki ætla sær at drekka meira. Onnur duga bara at skrúva proppin av, og tað kann ofta hava syrgiligar avleiðingar bæði fyri tey og fyri onnur.
Hetta sigur Helgi Abrahamsen úr sambandsflokkinum á in.fo og sigur tað vera vónleyst at gera eina rúsdrekkalóg, sum er skræddaraseymað til øll.
Men eitt sum hann serliga hevur ilt við at skilja, er hví almennir stovnar, sum hava móttøku ein vanligan gerandisdag, borðreiða við rúsdrekka.
– Fólk koma frá arbeiði og skulu aftur til arbeiðis aftaná, og tey flestu koma við bili.
Helgi heldur at almennu Føroyar saman áttu at sagt “Vit servera ikki alkohol ein gerandisdag”.
– So kunnu vit heldur vera ósamd um høgtíðir og veitslur, sigur Helgi Abrahamsen við in.fo.
Hetta var sagt í samband við aðalorðaskiftið hjá løgtinginum í oktobur um rúsdrekka- og rúsevnapolitikk okkara í framtíðini.
in.fo: Vanligar dagar skulu almennir stovnar ikki hava alkohol á borðinum