Alkoholnýtsla kann hava álvarsligar fylgir á fostri

Kanningar vísa, at alkoholnýtsla er tann leiðandi kenda orsøkin í EU til, at børn vera fødd við breki og menningar trupulleikum.

Tíverri eru nógvar kvinnur ikki klárar yvir, at sjálvt ein heilt lítil nøgd av alkoholi ávirkar natúrligu menningina hjá fostrinum, og kann hava stóra neiliga ávirkan á fostri. Kanningar í Europa vísa, at ein stórur partur av kvinnum heldur á við at drekka alkohol, eftir at tær eru blivnar við barn. Í Spania vísa tølini, at 25% av kvinnum halda á við at drekka, og í Onglandi/Írlandi eru tølini heilt uppi á 79%.

EU arbeiðir nógv við at fáa boðskapin um hendan vanda út, og verða nógvar kanningar gjørdar innan økið. Tann 17. septembur skipaði Eurocare fyri tiltaki í EU parlamentinum við tí endamálið at varpa meira ljós á júst hendan trupulleikan fyri teimum, ið taka tær stóru politisku avgerðirnar. Meira kann lesast um tiltakið her.

 

Skrivað hevur Jákup Justinussen