Borðreið við alkoholfríum drykkum

Væntar tær gestir, sum vænta drykkir, men tær dámar ikki tankan um alkohol? Júmen so er góð ráð at heinta.

Sikkertrafik.dk hevur fleiri leskilig hugskot uppá rúsfríar drykkir.

 

Jólagløgg

M.a. er hendan uppskriftin upp á jólagløgg:

  • 1 litur ósáldað súreplasevja (ufiltreret æblemost)
  • 4 kanelstengur
  • 2 stk av frískum ingefer (stødd við einum tumli)
  • 2-3 súreplaterningar
1. Sker ingifer í fýra minni bitar (uttan skal)
2. Legg ingiferbitarnar og kanelstengurnar í súreplasevjuna
3. Hita sevjuna og lat tað køla yvir náttina
4. Hita gløggið í góðari tíð áðrenn borðreitt verður
5. Tak kanelstengurnar og ingifer úr sevjuni
6. Sker súrepli í terningar
7. Legg áleið hálvt súrepli í hvørt glas (í terningum)
8. Stoyt hitaða gløggiðí gløsini og borðreið

 

 

Sí fleiri leskiligar drykkir: Alkoholfri drinks