Alkoholfrí øl slær sølumet

Í 2019 vóru 10,6 milliónir litrar av alkoholfríum øli seld á Norska marknaðinum, sum er nýtt
met.

Talið kemur av øllum sløgum av alkoholfríum øli. Henrik Lund, marknaðarføringsleiðari Ringnes, ið er størsta bryggjarí í Norra, meinar, at hendan støðuga, hækkandi sølan kemst av
økta vøruúrvalinum og vørugóðsku, sum marknaðurin hevur uppliva tey seinastu árini.

“Tann góði smakkurin og góðskan ger, at alkoholfrí øl ikki longur verður sæð sum nakað ein drekkur
ístaðinfyri alkohol.” – Henrik Lund

Alkoholfrí øl hevur ikki bert sligið metini í fjør, men 2020 hevur eisini havt eina góða byrjan, samanborið við tølini frá í fjør. Bert uppá tríggjar vikur hevur verið selt fyri 10% av samlaðu søluni í 2019.

Tann økti áhugin viðvíkjandi kropp og heilsu hevur havt við sær, at fleiri eru tilvitað um alkohol og kaloriur.

“Tað sum vit primert vænta er orsøkin søluna er stóri denturin, sum verður lagdur á heilsu, serliga í Januar. Ikki bert vegna ynskið at lækka um alkoholnýtsluna eftir Jólafrítíðina, men eisini tað fakta, at alkoholfrí øl inniber munandi
minni kaloriur og sukur enn ein øl við alkohol ger.” – Henrik Lund

 

Keldur:

Aftenposten