Alkohol kann økir um vandan fyri krabbamein

Týsdagin 4. februar var altjóða krabbameinsdagur. Í hesum sambandi útgav WHO eina rapport um, hvussu deyðsfall vegna krabbamein kann lækkast. WHO, World Health Organization, er ein felagsskapur, sum viðgerð heilsu kring heimin og er sprottin út frá United Nations.

Eitt nú vísti kanningin, at alkohol økir um vandan fyri at fáa krabbamein, sum kann viðføra deyða. Hetta sæst í londum sum USA, Frankaríki, Bretlandi, Avstralia og norðurlondunum, Danmark, Finland, Ísland, Norra, Svøríki, Føroyar og Grønland.

Hóast felagið vísur á samband millum alkohol og krabbamein, so er royking framvegis størsti vandi fyri at fáa krabbamein, sigur Elisabeth Jakobsen, samskiftisleiðari hjá Norska krabbameins felagnum.

Í fylgi greinini hjá WHO er royking orsøk til 22% av krabbamein í Norra. (ca. 7.000 fólk gerast sjúk um árið) alkohol er orsøk til 5,1% og yvirvekt 4,6%.

Norska Krabbameinsfelagið hevur ein lista yvir 10 góð ráð fyri at lækka um vandan at fáa krabbamein.

WHO vísur í síni niðurstøðu á, at høvuðsorsøkin til høga deyðstalið av krabbameini, er manglandi tól og manglandi heiligvágur ímóti krabbameini, serliga í triðjalondum. Sjey milliónir lív kunnu bjargast næstu ára tíggju, um hvørt land vísur á bestu tólini og stuðlar hvørjum øðrum í stríðnum móti krabbameini.

Kelda.