Alkohol er einasta rúsevni ein má grundgeva fyri ikki at nýta
Tað krevur mót at avdúka seg sjálvan. Serliga tá talan er um meira persónlig viðurskifti.
“Eg eri róligari nú og meira tilstaðar. Eg verði enn óð og misnøgd. Tó upplivi eg ikki tí ómetaliga stóru skuldarkensluna, ið kom við misnýtslu av alkoholi rundan um mína familju.”
Celeste Yvonne er rithøvundur, bloggari og mamma at tveimum børnum. Hon hevur m.a. skrivað “Dear Husband”, har hon skrivar um at vera foreldur, forhold og sálarliga heilsu. Hon setur ljós á evni, sum vanliga verða goymd burtur. Í seinastuni hevur evnið verið at leggja av at drekka. Sjálv drakk hon vanliga og smakkaði sær vanliga á saman við teimum kvinnunum, sum hon var í mammubólki saman við.
Tó hevði hon trupult við at siga frá, at hon var givin, eftir hon tók avgerðina at steðga við at drekka. Hetta var vegna ringa hug hennara til at hava samtaluna, ið ofta fylgdi við, har hon var noydd at greiða frá hví hon var givin.
Fólk spurdu ofta, hví hon var steðga við at drekka, har hon ræður øðrum, ið stríðast við somu kenslur sum hon hevði, til at svara, at tað er av persónligum áðum.
Hon leggur afturat, at tað at leggja av er besta avgerðin, hon hevur tikið.
Hon fær regluliga boð frá hennara fylgjarum á sosialum miðlum, ið takka henni fyri at varpa ljós á evnið við hennara opinleika um sínar persónligu upplivingar.
Les fullu greinina um Celeste Yvonne her: https://www.boredpanda.com/sober-ultimate-mom-celeste-yvonne/?utm_source=facebook&utm_medium=social&utm_campaign=BPFacebook&fbclid=IwAR1DwiG3VvKlMlMvaOi3GDyJ89tDydgxbTLaWsJv-MkGu45elNTZybuhqCw