Albert afturvaldur til formann í altjóða Bláa Krossi
Fjórða hvørt ár er aðalfundur hjá altjóða Bláa Krossi. Fundurin var í síðstu viku í Madagaskar. Tá varð nýggj nevnd vald, og Albert Moukolo úr Sveits varð afturvaldur sum formaður.
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki hjá altjóða Bláa Krossi. Umboð úr flestu blákrosslondum í heiminum vóru við. Umleið 70 tilsamans.
Á fundinum varð millum annað ein viðtøkubroyting gjørd, sum minkaði nevndina úr 11 til 7 limir. Tá ið valið hevði verið, vóru hesi vald:
Albert Moukolo úr Sveits, formaður, Jan Reinhard, Týsklandi, næstformaður, Hans Eglin, Sveits, nevndarlimur, Rolf Hartmann, Brasil, nevndarlimur, Palsea Phelane, Suðurafrika, nevndarlimur, Fanja Rasolomanana, Madagaskar og Ingalill Søderberg, Svøríki, nevndarlimur. Eykalimur eru Holgar Lux úr Rumenia og Revocatus Nginila úr Tansania.
Hjalmar Hansen úr Føroyum hevur síðstu fýra árini verið næstformaður í nevndini, men hann stillaði ikki uppaftur hesaferð.
Mynd:
Nýggja nevndin í altjóða Bláa Krossi saman við eykalimum. Umboðið fyri Suðurafrika manglar tó á myndini. Anna Babb, aðalskrivara, er eisini á myndini.