Aðalskrivari til Bláa Kross Føroya
Vil tú standa á odda fyri Føroya størsta sjálvbodna felagsskapi á sosiala økinum?
Áhugaverda og avbjóðandi starvið sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya er leyst at søkja.
Starvið:
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og áhugavert starv. Tú kemur at hava ábyrgdina av øllum virkseminum í felagsskapinum. Virksemi er nógv økt seinastu árini og økist framvegis og krevur hetta tí, at tú ert før/ur fyri at hava nógvar bóltar í luftini samstundis, uttan at missa yvirlitið. Arbeiðið hjá Bláa Krossi er, umframt stóra sjálvbodna virksemið, býtt sundur í trý: fyribyrgingar-, sosiala- og viðgerðar eindin. Virðingin fyri tí einstaka menniskjanum er grundarlagið undir øllum arbeiðinum hjá Bláa Krossi.
Umframt at fáa dagliga arbeiðið at fungera, skal aðalskrivarin, saman við landsnevndini og starvsfólki, arbeiða við langtíðar visión og mission fyri felagsskapin og virksemið. Hetta fyri at arbeiðið ongantíð stagnerar, men altíð møtir menniskjum, har tey eru og veitir málrættaða hjálp.
Sum aðalskrivari kemur tú m.a. at hava ábyrgdina av:
- at tryggja tað neyðugu leiðsluna, so avgerðir hjá landsnevndini verða framdar i verki
- landsarbeiðinum hjá felagsskapinum, hetta umfatar allar stovnar og alt felagsarbeiði
- øllum starvsfólkunum, løntum sum óløntum, í felagsskapinum og at tryggja trivnaðin og menningina í arbeiðinum
- at økja um inntøkurnar
- at hava samband við lokalfeløg og ungdómsfelagið (BKU), og at seta á stovn nýggj lokalfeløg
- at seta verkætlanir um fyribyrgjan av rúsevnum og misnýtslu í gongd
- at skipa fyri tiltøkum á stevnum og festivalum
- samskifti við og kunning til myndugleikar og onnur áhugaði um arbeiði hjá Bláa Krossi
- menning og samskipan av leiðslubólkinum í felagsskapinum
- altjóða samstarvi við millum annað Altjóða Bláa Kross.
Førleikar/Eginleikar:
- Tú hevur viðkomandi útbúgving. Fyrimunur er, um tú hevur leiðsluroyndir.
- Tú ert álitisvekjandi, álítandi, fyrikomandi og hevur leiðslu- og samstarvsevnir.
- Tú ert sjónlig/ur og nærverandi og megnar at hava heildaryvirlit.
- Tú er ikki bangin fyri at taka stig til nýggj tiltøk og brúka hugflogið
- Tú ert strukturerað/ur og hevur góðar førleikar og skil fyri fíggjarstýring og fyrisiting.
- Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
- Tú kanst samskifta á føroyskum, skandinaviskum og enskum
- Tú vilt arbeiða samsvarandi blákrosshugsjónini og kristna grundarlagnum hjá felagsskapinum
Løn/setanartreytir:
Starvið er eitt fulltíðarstarv. Vit roknað við at tú kanst byrja í starvinum 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Lønin verður ásett sambært avtalu.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Sverra Steinhólm, formann, á tlf 237333 ella á teldupostinum sverristeinholm@gmail.com
Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Bláa Kross Føroya, Heiðavegur 32, 600 Saltangará. Viðmerk á brævbjálpan “umsókn” ella umvegis teldupost til sverristeinholm@gmail.com
Umsóknarfreistin er 20. januar 2023.
Blái Krossur er limafelag á kristnari grund.
Vit ynskja at hjálpa menniskjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
Vit vilja eisini hjálpa familjum hjá teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
Vit vilja arbeiða fyribyrgjandi, at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka.
Vit vilja arbeiða fyri tilboðum til ung við trupulleikum av rúsevnum og rúsdrekka.
Blái Krossur hevur í dag 28 lønt og meir enn 400 ólønt starvsfólk í felagsskapinum.