Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Aðalskrivari til Bláa Kross Føroya

Vilt tú standa á odda fyri Føroya størsta sjálvbodna felagsskapi á sosiala økinum, har virðing fyri hvørjum einstøkum er í hásæti?

Eitt áhugavert og avbjóðandi starv sum aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya er leyst at søkja.

 

Starvið

Vit bjóða eitt spennandi og áhugavert starv. Tú kemur at hava ábyrgdina av øllum virkseminum í felagsskapinum. Virksemið er nógv økt síðstu árini og økist framyvir og krevur hetta tí, at tú ert før/ur fyri at hava nógvar bóltar í luftini samstundis, uttan at missa yvirlitið. Eisini eru góðir møguleikar fyri persónligari og fakligari menning i starvinum.

 

Sum aðalskrivari kemur tú m.a. at hava ábyrgdina av

– at tryggja ta neyðugu leiðsluna, so avgerðir hjá landsnevndini verða framdar í verki
– landsarbeiðinum hjá felagsskapinum; hetta umfatar allar stovnar og alt felagsarbeiði
– øllum starvsfólkunum í felagsskapinum – løntum sum óløntum – og at tryggja trivnaðin og menningina í arbeiðinum
– at økja um inntøkurnar
– at hava samband við lokalfeløg og BKU, og seta á stovn nýggj lokalfeløg
– at skipa fyri verkætlanum um fyribyrgjan av rúsevnum og misnýtslu
– at skipa fyri tiltøkum á stevnum og festivalum
– samráðingum, samskiftum og kunningini við myndugleikar og onnur áhugað um arbeiðið hjá Bláa Krossi
– altjóða samstarvi við m.a. International Federation of the Blue Cross

 

Førleikar/Eginleikar

– Tú hevur viðkomandi útbúgving. Fyrimunur er, um tú hevur leiðsluroyndir
– Tú ert álitisvekjandi, álítandi, fyrikomandi og hevur leiðslu og samstarvsevnir
– Tú hevur góð leiðaraevnir, og at tú í tínum leiðsluhátti megnar at seta trivna og menning í hásæti
– Tú ert sjónlig/ur og nærverandi og megnar at hava heildaryvirlit
– Tú ert fyrikomandi, týðilig/ur og dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum
– Tú ert ikki bangin fyri at taka stig til nýggj tiltøk og brúka hugflogið
– Tú ert strukturerað/ur og hevur góðar førleikar og skil fyri fíggjarstýring og fyrisiting
– Tú hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
– Tú tosar og skrivar skandinaviskt og enskt
– Tú vilt arbeiða samsvarandi blákrosshugsjónini og kristna grundarlagnum hjá felagsskapinum

 

Løn/setanartreytir

Starvið er eitt fulltíðarstarv. Vit rokna við, at tú kanst byrja í starvinum í seinasta lagi 1. apríl, ella eftir nærri avtalu.
Lønin verður ásett sambært avtalu.

Meira fæst at vitað um starvið við at venda sær til Sverra Steinhólm, formann, á tlf 210773 ella á teldupostinum

Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Bláa Kross Føroya, Heiðavegur 32, 600 Saltangará, ella umvegis teldupost til bláikrossur@bláikrossur.fo. Viðmerk “umsókn” á brævbjálpan ella á teldupostin.

Umsóknarfreistin er 26. februar 2017

 

Um Bláa Kross

Blái Krossur ynskir at hjálpa menniskjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
Vit vilja eisini hjálpa familjum teirra, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella rúsevnum.
Vit vilja arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi ella rúsdrekka.
Vit vilja arbeiða fyri tilboðum til ung við trupulleikum av rúsevnum og rúsdrekka.

Blái Krossur hevur í dag umleið 20 lønt og 300 ólønt starvsfólk í felagsskapinum.
Meira kunning um arbeiði hjá Bláa Krossi Føroya er á heimasíðuni: www.blakross.fo

Tags: