Aðalorðaskifti fyri løgtingslimir um rúspolitikkin

Í vár ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, at skipa fyri einum aðalorðaskifti, har løgtingslimir fáa høvi til at siga sína meining um, hvønn rúspolitikk vit skulu hava framyvir.

Aðalorðaskiftið skal byggja á álitið um rúspolitikk, sum varð gjørt í juli 2015, sum Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður í heilsumálum, setti í verk stutt fyri løgtingsvalið.

Sirið Stenberg heldur tað vera spell, at einki meir var gjørt við álitið, tí hon metir talan vera um eitt valaverk við nógvum góðum tilmælum og staðfestingum í; og tískil er tað tikið fram aftur.

Í hesum sambandi verður afturvendandi spurningurin eisini umrøddur, hvørja støðu Rúsan skal hava, og um gerandishandlar skulu sleppa at selja rúsdekka ella ikki.

 

Ungdómurin vil ikki hava rúsdrekka í handlarnar

Málið var til viðgerar á ungdómstinginum í fjør og tá tóku einans tríggir tinglimir undir við at fáa rúsdrekka í handlarnar, og heili 22 vóru ímóti.

Tey stúra fyri vandanum, um at ungdómurin lættari fer at freistast at drekka rúsdrekka, tá ið tey vera eldri, um rúsdrekka verður selt í matvøruhandlum.

– Um so er, at rúsdrekka verður mett sum ein gerandisvøra, er vandi fyri at miðalnýtslan veksur. Og tað er júst miðalnýtslan, ið skal haldast niðri, var niðurstøðan í Vinnunevndini í Ungdómstinginum.

Tey vísa eisini á allan ungdómin, sum fer at missa arbeiðið, tí kravið verður, at starvsfólkini skulu vera yvir 18 ár.

Hinvegin halda tey, at Rúsan eigur at verða gjørd tíðarhóskandi, soleiðis at vøruúrvalið verður betur. Ungdómstingið heldur eisini, at rúsdrekkalógin eigur at verða broytt soleiðis, at øl einans kann keypast í Rúsuni, og sostatt ikki longur á bryggaríum.

 

Heldur fleiri Rúsur enn rúsdrekka í handlarnar

Skulu vit hugsa um fólkaheilsuna, er tað yvirhøvur semja um, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur í, meira fara fólk at drekka. Tí heldur Sirið Stenberg ikki, at rúsdrekka skal verða ein vanlig gerandisvøra, sum skal vera til sølu í vanligum handlum; heldur ikki, um talan bara er um øl og vín.

Hon sigur hetta vera út frá heilsuligum sjónarmiði, tí annars er hetta eitt málsøki hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum.

Hinvegin skilir Sirið væl sjónarmiðið um, at fólk skulu sær sjálvum ráða og at tey allarflestu duga sær hógv. Men við hesum sjónarmiði ynskir hon heldur, at Rúsan fær fleiri deildir kring landið enn at rúsdrekka verður gerandisvøra.

– Sjálvandi duga tey flestu sær hógv. Men tað eru eisini nógv, sum ikki duga sær hógv, og tey mugu vit eisini hugsa um.

 

Føroyingar drekka 6,4 litrar av alkoholi um árið

Hagtølini vísa, at í miðal drekkur hvør føroyingur yvir 15 ár eini 6,4 litrar av reinum alkoholi um árið.

– Men her eiga vit at hava í huga, at tað munnu vera fáastaðni um okkara leiðir, at tað er so stórur partur av fólkini, sum eru fráhaldsfólk og ikki smakka dropan, sigur Sirið. Og tað sigur okkum, at summi av teimum, sum drekka, drekka væl meiri enn 6,4 litrar um árið.

– Rúsdrekkapolitikkurin má miðað eftir at vera í javnvág ímillum tað fyribyrgjandi sjónarmiðið og sjónarmiðið um, at fólk skulu sjálvi hava frælsi til at ráða sær sjálvum, heldur hon.

 

 

in.fo: Heldur fleiri rúsur enn rúsdrekka í handlarnar
in.fo: Fáa nú høvi at tosa um rúsdrekka og rúsevni