Aðalfundur og hugnaløta
Glyvra Blákrossfelag hevur aðalfund leygarkvøldið 19. mai klokkan 19:30 í Glyvra missiónshúsi.
Kl 20:00 verður hugnaløta, har m.a. Rúni Johansen úr Streymnesi sigur frá lívi sínum, og Magni Højgaard, leiðari á sosialu eindini, kunnar um arbeiðið hjá Bláa Krossi.
Ein góður drekkamuður verður eisini á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin!