Aðalfundur hjá Bláa Krossi Føroya
Leygardagin 14. mars kl 16:00 hevur Blái Krossur Føroya aðalfund í Siloa, Fuglafirði.
Skrá sambært viðtøkunum.
Kl 19:00 verður hugnaløta. Her fer Laura Kathrine Apol at siga sína lívssøgi. Laura Kathrine Apol er nokk mest kend fyri sítt arbeiði í áhugafelagnum Sinnisbata, og fyri sín opinleika um sín uppvøkstur við einari mammu, við ringari sinnisligari sjúku. Á hugnakvøldinum kemur Laura at greiða frá einari aðrari síðu av sínari søgu – um ein uppvøkstur har bæði foreldrini høvdu rúsdrekka og rúsevnismisnýtslu, og hvørjar avleiðingar hetta hevur havt fyri Lauru og fyri familjuna. Hetta hevur ávirkað Lauru upp ígjøgnum tannárini og inn í vaksna lív hennara, har hon sjálv fekk trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum í eina tíð. Laura hevur í dag ikki longur trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum.
Umframt felagssang og andakt koma Siloa-kórið, Gøtu Kirkju Ungdómskór og Bárður á Lakjuni at syngja. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa hugnaløtu.