Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Aðalfundur hjá Bláa Krossi verður í Missiónshúsinum á Glyvrum
týskvøldi tann 29.04.2025 kl. 19.00
Skráin er hendan:
1. Velja orðstýrara og skrivara
2. Frágreiðing frá arbeiðinum
3. Góðkenning av roknskapinum
4. Kunna um fíggjarætlan
5. Velja landsnevndalimir
6. Innkomin mál
7. Velja Granskoðan
8. Ymiskt
Aftan á aðalfundin er møtipartur undir leiðslu av Petur Jákup Petersen, við luttøku av m.a. Høgna við Rætt við eini andakt/ vitnisspurði, Rutt Mikkelsen sum fortelur um virksemi í NýNý, sangframførslur av streingjakórinum á Glyvrum og Bárður á Lakjuni.
Sverri Steinhólm, formaður í landsnevndini endar løtuna.
Kaffi verður aftaná aðalfund og møti.