Aðalfundur hjá Bláa Krossi
Aðalfundur hjá Bláa Krossi verður í Rituvíkar Missiónshúsi leygardagin 22.04.23 kl. 16:00
Skráin er hendan:
1. Velja orðstýrara og skrivara
2. Frágreiðing frá arbeiðinum
3. Góðkenning av roknskapinum
4. Kunna um fíggjarætlan
5. Velja landsnevndalimir
6. Innkomin mál
7. Velja Granskoðan
8. Ymiskt
Eisini er kunning frá okkara trimum eindum, fyribyrging, viðgerð og umsorgan.
Fyribyrging: Alisa Hammer
Blákrossheimið: Jutta J. Olsen
Ávegishúsið: Maibritt Holm
Aftan á aðalfundin er ábit og kl 19.00 er møti við luttøku av m.a.
Margeir Toftegaard við andakt
Sangframførsla
Peter Jørgensen og Martin Olsen siga frá um Skjólið og Fagranes
Kaffi aftaná møti
Blái Krossur Føroya