Ábendingar um doping í Føroyum

Tað er ikki óhugsandi, at doping fer fram í Føroyum, sigur landsapotekarin

Heilivágurin, sum verður tikin í eftirlitinum á veg til Føroyar, gevur ábendingar um, at doping er í Føroyum. Tað sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari. Apoteksverkið er ráðgevi hjá TAKS, tá tað snýr seg um ólógliga innfluttan heilivág.

Hóast dopingroyndirnar eru negativar, so bendir innflutningurin av heilivági á, at doping gongur fyri seg í Føroyum.

Verður ein íðkari tikin fyri doping, eigur viðkomandi sjálvur ábyrgdina. Eisini sjálvt um læknin hevur latið heilivágin úr hondum. Tí er alneyðugt við kunning og fyribyrgjandi arbeiði, sigur formaðurin í antidopingnevndini, sum var at hoyra í útvarpssendingini Sparta fyrr í dag. Eisini greiða læknar og landsapotekarin frá, hvussu dopingevni virka, umframt hvørji hjáárinini kunnu vera.

 

Hoyr KVF tíðindi um evnið:

 

Hoyr Sparta sendingina:

 

Luttakarar í Sparta sendingini: Jarvin Feilberg Hansen, Pero Sore, Hjalti Gunnarstein og Sølvi Winther Olsen