ABC plakatir síggjast nú á deildunum hjá Bláa Krossi

Blái Krossur er ein av samstarvsfelagunum í ABC verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum. Í samband við hetta hava vit fingið hongt nakrar plakatir uppi á heiminum í Lynggøtu, á Blákrossheiminum á Nesi og í Kongagøtu, har DAT-ung og fyribyrgingardeildin halda til.

Endamálið við at hanga plakatirnar upp er, at gera fólk, bæði starvsfólk og tey, ið koma inn, varug við týdningin av at hugsa um egna sálarheilsu. Eisini er ein faldari um ABC verkætlanina og hendan kunnu starvsfólk og vitjandi taka við sær.