ABC vika 2019
Fyri aðru ferð skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini “ABC viku”, ið er í viku 41 frá 7. oktober til 13. oktober. ABC vikan er komin í lag, tí altjóða sálarheilsudagur er 10. oktober, og tí er vikan eitt upplagt høvi til at varpa ljós á týdningin av at vera virkin, saman og hugbundin gjøgnum alla vikuna.
Sálarlig heilsa er viðkomandi fyri øll, bæði stór og smá og fyri fólk við ella uttan sálarligar trupulleikar. Tað snýr seg um at gera nakað, fyri at varðveita og betra um góða sálarliga heilsu. Hetta ynskja vit í Bláa Krossi eisini at vera partur av.
Umframt at vit høvdu eitt kafé kvøld fyri ung í Skjólinum og vóru tilstaðar á sálarheilsu degnum í Østrøm, so hava vit eisini hongt ABC plakatir upp í handlarnar hjá okkum. Eisin er ein ABC faldari í handlunum har tað er møguligt at lesa um verkætlanina og um hvussu ein sjálvur kann betra um egna sálarheilsu. Eisini er ein faldari, ið Føroya Ungdómsráð (FUR), Fólkaheilsuráði og ÍSF hava gjørt. Hesin faldarin hevur ítøkiligar loysnir til ta góðu móttøkuna í einum felagsskapi ella arbeiði. Dømir í faldarinum eru frá skótunum, fimleiki, dramaverkstaði og einum endurnýtsluhandli.