Stuðla Gerst limur
770 700

Lat møblar og lutir til endurnýtslu

Spurningar um møblar, lutir og sølu

Her finnur tú teir mest spurdu spurningarnar, ið vit fáa um handlarnar og klæðini, ið verða latin inn. Skriva ella ring endiliga til okkara, um tú ikki fært svar uppá tín spurning her. Trýst á her fyri at síggja telefonnummur og Facebook síður hjá handlunum.

Hvar eru endurnýtsluhandlarnir, ið selja møblar

Blái Krossur hevur tveir endurnýtsluhandlar, ið selja møblar og lutir. Annar eru í Saltangará og hin er í Sandavági.

Hvar kann eg lata inn?

Blái Krossur fær nógvar møblar og lutir hvønn dag. Hetta kann latast inn í handlunum í Sandavági ella Saltangará ella í eina av okkara bingjum á skrelliplássinum á Toftum, Strondum ella Runavík, tá tey eru opin.

Alt, ið kemur inn, verður síðani skilt sundur av okkara røsku sjálvbodnu arbeiðsfólkum.

Hvørjum standi skulu møblar og lutir vera í?

Tað hevur týdning, at møblarnir og lutirnir, tú letur inn, eru reinir og væl hildnir. Vit taka ikki ímóti møblum og lutum, ið eru sera skitnir, vátir ella í ringum standi.

Hvat gera tit við møblar og lutir, ið verða latnir inn

Allir møblar og lutir, ið koma inn, vera síðani skildir sundur í leikur, møblar, bøkur og so framvegis, og lættliga reinsaðir, um tørvur er á tí, av okkara røsku sjálvbodnu arbeiðsfólkum.

Hvat fær Blái Krossur burturúr?

Møblarnir og lutirnir verða seldir í okkara handlum, og yvirskotið frá søluni fer til okkara hjálpararbeiði. Yvirskotið hevur síðstu árini verið umleið 2 milliónir krónur um árið.

Myndasavn av endurnýtsluhandlunum hjá Bláa Krossi Føroya

Handilin í Saltangará

Handilin í Sandavági