Ver bússuberi 12. mai

Brúk er fyri nógvum sjálvbodnum fólki, sum vilja nýta umleið tveir tímar leygardagin 12. mai at ganga við bússum.

Tørvur er á berarum kring alt landið, men tørvurin er serliga stórur í Havnini og í Klaksvík.

 

Um tú vilt ganga – annaðhvørt á heimstaðnum ella aðrastaðni – vinarliga sig frá á skrivstovuni hjá Bláa Krossi:

Telefon: 770 705
T-post: blakross@blakross.fo
Facebook: Blái Krossur Føroya.