John takkar fyri skjóta hjálp

17. januar small John Ellefsen um, tríggjar tímar eftir at hjartastartarin var komin upp at hanga.

Í tí sambandi vóru John og sonurin Jógvan hósdagin og vitjaðu Bláa Kross.

John hevur, saman við nógvum sjálvbodnum monnum, trúliga koyrt fyri Reyða Kross í nógv ár. Teir heinta klæðir frá bingjunum, sum standa við FK-handlarnar í Eysturoynni, Klaksvík og Vágum. Harafturat heinta teir frásorteraði klæðir frá Blakrossbúðunum.

Avtalað er eisini ímillum Reyða Kross og Bláa Kross, at um vit hjá Bláa Krossi mangla klæðir, fáa vit klæðir frá Reyða Krossi. Eitt samstarv, sum vit eru takksom fyri.

 

Týdningurin av at hava hjartastartara er stórur. Tríggjar tímar aftaná at hesin hjartastartarin var settur upp, reddadi hann mannalív.

17. januar var John eftir klæðum í Blákrossbúðini. Hann small um og fekk fyrstuhjálp beinanvegin. Við hjálp av hjartastartaranum við úthurðina hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini, var hjálpin beint við hondina.

John takkar fyri skjóta hálp.