Coca Cola við rúsi í

Coca Cola hevur fyri fyrstu ferð ætlanir um at framleiða sín fyrsta rúsdrykk

 

Hendan útgávan er hugkveikt at japanska alhokolsodavatninum Chu-Hi frá 1983, sum er serliga væl dámt millum ungar kvinnur.

  • Vit hava ikki roynt hetta áður, men tað vísir, hvussu vit enn kannan nýggjar møguleikar uttan fyri kjarnuøki okkara, sigur Jorge Garduño, leiðari fyri Coca Cola í Japan.

Tað er ikki víst, nær vøran er klár, og hvussu nógv verður framleitt.

 

Ætlað børnum og ungdómi

“Get them young, keep them long” var slagorðið hjá Coca Cola í sínari tíð við tí fyri eyga, at skapa trúgvar kundar millum børn og ungdóm sum trygd, fyri at varveita tey.

 

  • Coca Cola er ein merkivøra, sum nógv ung halda seg til. Samstundis er ungdómur ein sárbarur bólkur. Hetta er ein umráðandi vandamálsstøða, heldur Ove Heradstveit, granskari í ungdómi og rúsi.

 

Ove vísir á, at alkohol stundum verður gjørt ófarligari enn tað er, meðan víst verður á vandunum við rúsevnum.

  • Í veruleikanum er tað ósatt. Alkohol er rúsurin, sum í størstan mun skapar trupulleikar í samfelagnum, sigur hann.

 

Rúsfrítt í Norra

 

Í Norra hava tey í løtuni ongar ætlanir at selja nýggja slagið av Coca Cola.

  • Vit fokusera á rísfríar drykkir, og vistu ikki av hesum nýggju ætlanunum, fyrr enn tit ringdu, sigur Mette Vinther Talberg, samskiftisleiðari fyri Coca-Cola European Partners Norge.

Mette vísir á, at tað eru túsundavís av Coca Cola vørum úti í heiminum, sum ongantíð koma til Noregs.