Rúsdrekka og avmarkingar ella ongar avmarkingar

Í morgin kl. 15:30 verður pallborðsfundur um ”Rúsdrekka og avmarkingar ella rúsdrekka og ongar avmarkingar” á Hotel Skálavík.
Tey fýra við pallborðið eru: Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum, Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum og Jens Jensen, kriminalpolitistur og fyrrverandi limur í Fólkaheilsuráðnum. Katrin Petersen verður orðstýrari.

Tey fýra fara millum annað at viðgera hesar spurningarnar: Skulu tað vera avmarkingar at fáa fatur í rúsdrekka? Hvørji atlit skulu takast til heilsuna hjá føroyinginum? Hvørji atlit skulu takast til fyribyrgingarpartin? Skal vera loyvi at lýsa við rúsdrekka? Skal aldursmark vera? Skulu vit hava einkarsølu?

Fundurin verður leygardagin 12. mars kl. 15:30 á Hotel Skálavík. Blái Krossur skipar fyri.