Kom og ver bússuberi 8. mai

Kom og verð bússuberi til landsinnsavnanina 8. mai.

Ver virkin saman við øðrum um eitt gott endamál.

Brúk er fyri nógvum sjálvbodnum fólki, sum vilja nýta eina løtu leygardagin 8. mai at ganga við bússum.
Hetta er í samband við árligu landsinnsavnanina hjá Bláa krossi Føroya.

Hetta er ein góður møguleiki, at vera virkin, saman við øðrum um eitt gott endamál. Bjóða onkrum við ein túr, og saman kunnu tit vera við til at hjálpa okkum at hjálpa børnum, ungum og familjum í Føroyum.

Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiðið millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum  www.barnaár.fo  og www.livlívið.fo

Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul og hjálp!

Um tú vilt ganga – annaðhvørt á heimstaðnum ella aðrastaðni – vinarliga sig frá á:

Telefon: 770707 Dakko Petersen
Teldupost: blakross@blakross.fo
Facebook: Blái Krossur Føroya