7. flokkar læra um ‘Lívsmeistran’

‘Lívsmeistran’ er nýggja og spennandi undirvísing, sum fyribyrgingardeildin í Bláakrossi skipaði fyri í samband við SSP vikuni. Lív Justinussen, sálarfrøðingur á fyribyrgingardeildini, er sera spent uppá hesa undirvísing. Hon varpar ikki bara ljós á tær ávirkanir rúsnýtsla kann hava á ungdóm, men lærir ung førleikar til at meistra, ið eru týdningarmiklir fyri sunt og gott ungdómslív. Hon metur, at tað fer at fylla nógv hjá framyvir.

 

SSP Vika í Tórshavnar kommunu

Hesa vikuna hevur tað verið SSP vika fyri skúlanæmingar í sjeynda flokki í Tórshavnar kommunu.

SSP (Skúlar, Sosialir myndugleikar og Politi) arbeiðir við fyribyrging og menning av hugburði hjá børnum og ungum kring alt Føroyar. Hetta fyri at menna teirra førleikar at taka rættar og skilagóðar avgerðir. toymini eru uppbygd av lærarum, barnaverndartænastum, heilsufrøðingum, løgreglufólki, starvsfólki í ungdómshúsum og umboðum frá Sernámi. Meira kann lesast um SSP her.

 

Brainologi

Í hesum sambandi vóru Lív Justinussen og Beinta Atladóttir, umboð frá fyribyrgingardeildini hjá Bláakrossi, í Skúlanum á Argjahamri og í skúlanum við Løgmannabreyt 26. og 27. Februar. Har høvdu tær undirvísing fyri 7. flokks næmingum í Tórshavn um evnið “Hvør eri eg?”. Tað var víst á, at heilin sjálvur kann sperra upplýsingar úti, sum eyguni annars kunnu fanga, um leita verður eftir ávísari upplýsing. Harafurat hava fólk í øllum aldri hava ein ‘ungan heila’, sum gevur tankar av orku, áhuga og spenningi, og ein ‘gamlan heila’, sum gevur tankar av yvirlivilsi, noktan og stress.

Eisini var tosa um samleika og hvussu eins samleiki verður ávirkaður av teimum fyrimyndum,  virðum og teimum ein hevur rundanum seg. Ein samleikaroynd var víst við 4 ymiskum eyðkennis persónslýsingum og hvussu menniskju hava eyðkennir frá millum 2 – 4 av hesum ymisku persónslýsingum. Hesar kunnu vera við til at geva einum fatan av, hvørji virðir ein sjálvur hevur eins og tey rundan um ein. Hetta hevur til endamál, ikki bert at vísa ungum á teirra virðir, men eisini at hjálpa teimum at síggja, og góðtaka, ymisleikan av virðum teirra millum.

 

Hvat er lívsmeistran?

Lív Justinussen viðmerkti, at hetta er ein nýggj og spennandi undirvísing, sum Blái Krossur er farið í holt við. Undirvísingin kallast ‘Lívsmeistran’. Enska heitið er “Coping skills” ella “Life skills”. Hendan undirvísingin hevur til endamál, at hjálpa ungum at taka tilvitaðar og væl grundaðar avgerðir sína vegna ella vegna vini sínum, sum samsvarar við teirra virðir. Hon heldur á at siga, at Blái Krossur ynskir at hyggja longur enn bert á rústrupulleikar. Ung stríðast við nógv ymiskt, eitt av tí er rúsur. Við at styrkja tey ungu og hjálpa teimum at kenna seg sjálvan betur, trúgva vit, at ungdómurin gerst meira mótstøðuførður og megnar betur at liva eftir teirra virðum.

Flokkarnir vóru deildir í tveir bólkar, har ein arbeiddi við ymiskum praktiskum uppgávum og annar var til fyrilestur. Næsta dagin býttu bólkarnir um. Báðir dagarnir góvu næmingunum høvi til, at spyrja spurningar via sms viðvíkjandi evninum og tankar tey sótu við eftir fyrilesturin. Fleiri góðir, djúpir og áhugaverdir spurningar komu frá teimum ungu.