400.000 kr til verkætlan í Kjad
Føroya Landsstýri játtaði herfyri 400.000 krónur til verkætlanina í Kjad, sum eitur ”Sig nei til rúsdrekka og narko”. Nú kanst tú eisini hjálpa. Stuðla landsinnsavnanini hjá Bláa Krossi og tú hjálpir í Kjad.
Kjad er fimtstørsta landið í Afrika, og har búgva 11,5 milliónir fólk. Men Kjad er eisini eitt av heimsins fátækastu londum, nummar 184 av 187 á listanum hjá Human Development Index. Meir enn ein triðingur av fólkinum er undir 15 ár.
Rúsdrekka nógvar neiligar fylgjur
Rúsdrekka er ein sera stórur trupulleiki í Kjad. Tað eru ikki øll, sum drekka, men tey, ið drekka í Kjad, drekka sera nógv. Heilar 33,9 litrar av reinum alkoholi um árið (í Danmark er talið 12,9 litrar, WHO 2012).
Ovurnýtsla av rúsdrekka hevur havt sera nógvar neiligar fylgjur við sær í Kjad. Til dømis hevur rúsdrekka og evnið Tramadol verið orsøk til 20% av øllum deyðsføllum í ferðsluni í Kjad (WHO 2014). HIV/AIDS er ein stórur trupulleiki í Kjad, og tá ið rúsdrekka og rúsevnir eru uppií, so er tað ein sannroynd, at tað spreiðir seg enn meira. Hóast fólk eru sera fátøk, so eru tað nógv, sum eru so bundin at rúsdrekka, so at tey velja tað fram um nógv annað, ið átti at verið neyðugari í familjuni. Kanningar vísa, at pengarnir, ið fólk brúka uppá rúsdrekka og tubbak í høvuðsstaðnum, svara til 8% av fíggjarætlanini hjá eini familju. Rúsdrekka hevur eisini elvt til nógvan harðskap.
Minka um misnýtsluna millum tey ungu
Verkætlanin gongur fyri seg í høvuðsstaðnum, Ndjamena. Eitt av høvuðsmálunum við verkætlanini, er at minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum tey ungu í Ndjamena. Tað verður millum annað gjørt við at kunna tey ungu um vandarnar við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu og at geva teimum annað innihald í gerandisdagin enn rúsdrekka. Her er vanabroyting neyðug. Hetta fyribyrgjandi arbeiði, fer ætlandi at minka um harðskapin, minka um sjúkuspreiðing, minka um skaðar í ferðsluni, og tað gevur børnum og ungum eitt sunnari og betri lív.
Umframt at venda sær til tey ungu í skúlunum, vendir verkætlanin sær eisini til teir ungu motorsúkkluførararnar, ið brúka motorsúkklurnar sum hýruvognar.
Blái Krossur Føroyar eisini við
Sjálv verkætlanin byrjaði í 2014, og hon varir til 2016. Altjóða Blái Krossur, International Federation of the Blue Cross (IFBC), stýrir verkætlanini í tøttum samstarvi við Bláa Kross í Kjad. Blái Krossur í Føroyum verður eisini við. Bláa Krossur í Føroyum fer millum annað at senda fólk til Kjad at virka við í fyribyrgjan, viðgerð og skipan/strukturi. Umframt stuðulin frá Føroya Landsstýri og Bláa Krossi í Føroyum verður verkætlanin stuðlað av sveisisku stjórnini og hjálparfelagsskapum í Sveis.
Sí hvussu tú kanst stuðla.
[Best_Wordpress_Gallery id=”10″ gal_title=”400.000 kr til verkætlan í Kjad”]