300 sjálvboðin til hugnakvøld
Í seinastu viku vóru útvið 300 sjálvboðin hjá Bláa Krossi til eitt sera hugnaligt kvøld í Nesvík. Har var ein góður biti at fáa, greitt var frá blákrossarbeiðinum og politikarar sungu, søgdu skemtisøgur og vóru í Also-panelinum.
Matarskráin hetta kvøldið var fesk súpan, lambskjøt og rís a la mande. Tað smakkaði sera væl.
Alfred Olsen hevði eina andakt, Frants Jensen, aðalskrivari, greiddi frá søluni í handlunum, Magni Højgaard, leiðari í sosialu eindini, greiddi frá arbeiðinum á Umsorganarheiminum, Alisa Hammer, fyribyrgingarráðgevi og bólkaleiðari, greiddi frá um verkætlanina “Øll hava rættt til góð barnaár” og Sverri Steinhólm, formaður, takkaði øllum teimum næstan 300 sjálvbodnu, ið regluliga tæna Bláa Krossi.
Tað var eisini nógv stuttligt á skránni. Umboð fyri øllum politisku flokkunum vórðu boðin við, og tey undirhildu óført. Jógvan á Lakjuni, Bill Justinussen og Helgi Abrahamsen sungu og spældu tríggjar sangir. Kári P. Højgaard og Bill Justinussen søgdu frá skemtisøgum, og Henrik Old, Katrin Kallsberg og Helgi Abrahamsen sótu í Also-panelinum. Tað var sera stuttligt og nógv varð flent.
Tey sjálvbodnu fingu eisini gávu heim við sær. Hesaferð ikki færri enn tvær bøkur.
Blái Krossur hevur fimm endurnýtsluhandlar kring landið. Talan er um Blákrossbúðirnar í Havn, Runavík og Miðvági, og Endurnýtsluna á Glyvrum og Miðvági.
Tað eru bara sjálvboðin, ið arbeiða í hesum handlunum. Í fleiri førum eru tað pensjónistar, men eisini onnur, ið brúka tíð í handlunum.
Umframt tey sjálvbodnu í handlunum, eru eisini onnur, ið gera sjálvboðið arbeiði av ymiskum slag fyri Bláa Kross.
Yvirskotið av søluni í handlunum verður nýtt í hjálpararbeiðinum hjá Bláa Krossi.
Herundir síggjast myndir frá hugnakvøldinum.
Tikið myndir: Hans Erik Hansen
Skrivað hevur: Frants Jensen