30 prosent av føroyingum smakkaðu sær ikki á í 2015

Tað er ikki ókent, at tað í Føroyum eru fleiri avhaldsfólk og tað sæst eisini aftur í nýggjastu heilsukanningini hjá Fólkaheilsuráðnum, har tilvildarligir føroyingar eru spurdir um sína heilsustøðu.
 
Ein av spurningunum var nevniliga, um viðkomandi hevði drukkið alkohol seinasta árið, og har svaraðu heili 30 prosent av teimum spurdu, at tað høvdu tey ikki.
 
Serliga eru tað kvinnurnar, ið ikki røra fløskuna. 79,6 prosent av monnunum svaraðu, at teir høvdu smakkað sær á seinasta árið, meðan 62,7% av kvinnunum høvdu drukkið alkohol seinastu 12 mánaðirnir.

 

Orð: Hallur av Rana
Kelda: In.fo