275 sjálvboðin til hugnakvøld hjá Bláa Krossi

Tað eru yvir 300 sjálvboðin hjá Bláa Krossi, ið regluliga brúka ein part av síni frítíð til sjálvboðið arbeiði fyri Bláa Kross.

Næstan 275 av teimum vóru savnaði til hugnakvøld á Hotel Føroyum 4. november.

 

Størri og størri høli
Hugnakvøldið hevur verið í nógv ár. Við árunum, og so hvørt tey sjálvbodnu eru vorðin fleiri í tali, hevur verið neyðugt at havt tiltakið í størri høli.

Hugnakvøldið hevur verið á Sjómansheiminum í Runavík, í Sjókafe’ini í Runavík, í bygdarhúsinum í Leirvík, í Leguhúsinum í Nesvík, og í ár var tað á Hotel Føroyum.
At tað bar til fíggjarliga at hava tað á Hotel Føroyum, var tí at Hotel Føroyar var sera lagaligt í prísi, tá ið tey frættu, hvønn tiltakið varð fyri.

Sum vera man, smakkaði maturin frá Hotel Føroyum sera væl. Tað var klár súpan við kjøtbollum, kolottusteik og ríslamandé.

Dakko Petersen hevði eina andakt, Frants Jensen, aðalskrivari, greiddi frá søluni í handlunum, Duruta N. Mouritsen, bólkaleiðari, greiddi frá um verkætlanina “Øll hava rættt til góð barnaár” og Sverri Steinhólm, formaður, takkaði øllum teimum 275 sjálvbodnu, ið regluliga tæna Bláa Krossi.

 

Við Tórði á túri
Tað var eisini nógv stuttligt á skránni. Tórður Mikkelsen, ið er kendur frá sjónvarpi og útvarpi, segði frá ymiskum stuttligum, vísti myndir og film um mammuna og tær 5 mostrar hansara, ið allar arbeiða sjálvboðið í Blákrossbúðini í Havn. Tvær av teimum búgva uttanlands, men tá ið tær eru í Føroyum, so eru tær eisini við.

Tórður greiddi eisini frá ymiskum í sendingini ”Við Tórður á túri” og Maria á Lakjuni sang sera vakurt tríggjar sangir við undirspæli frá pápanum, Eyðuni á Lakjuni.

Tveir politikarar bóru eisini fram heilsanir. Ruth Vang úr Framsókn og Anita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi. Tær róstu báðar øllum teimum sjálvbodnu og tað arbeiði, ið Blái Krossur ger.

Tey sjálvbodnu fingu eisini gávu heim við sær. Hesaferð árskalendara fyri 2017.

 

OLYMPUS DIGITAL CAMERA

Maria og Eyðun á Lakjuni framføra

 

Sjálvboðið arbeiði
Blái Krossur hevur fimm endurnýtsluhandlar kring landið. Talan er um Blákrossbúðirnar í Havn, Runavík og Miðvági, og Endurnýtsluna á Glyvrum og Miðvági.

Tað eru bara sjálvboðin, ið arbeiða í hesum handlunum. Í fleiri førum eru tað pensjónistar, men eisini onnur, ið brúka tíð í handlinum.

Umframt tey sjálvbodnu í handlunum, eru eisini onnur, ið gera sjálvboðið arbeiði av ymiskum slag fyri Bláa Kross.

Yvirskotið av søluni í handlunum verður nýtt í hjálpararbeiðinum hjá Bláa Krossi.

 

Les fleiri spennandi greinar í nýggja blákrossblaðnum: www.blakross.fo/kunning-2/blakrossbladid