206.000 til ‘Øll hava rætt til góð barnaár’. – Vit eru so inniliga takksom

Verkætlanin hjá Bláa Krossi Føroya, ‘Øll hava rætt til góð barnaár’, fær 206000 krónur frá Jólamerkjagrunninum hjá Posta.

Hvørt ár stuðlar Jólamerkjagrunnurin samfelagsgagnligum verkætlanum við eini peningaligari upphædd, og hesa ferð fall valið á ‘Øll hava rætt til góð barnaár’.

‘Tað hevur nógv at siga. Vit eru so inniliga takksom. Hetta er nógvur peningur, og vit hava vanliga ikki nógv “at rutta við”,’ segði Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari, við Góðan morgun Føroyar.

Blái Krossur Føroya ynskir varpa ljós á verkætlanina, og tað liggur í kortunum, at peningurin skal nýtast til kunnandi tilfar og átøk so sum eina heimasíðu, lýsingarfilmar, faldarar og plakatir.

‘Tað, sum vit ofta renna okkum í er, at børn, ung og familjur teirra als ikki vita av, at vit hava eitt tilboð til teirra, og tað er tað, ið vit fegin vilja. Vit vilja vera sjónligari og røkka longur út,’ segði Alisa Hammer.

‘Øll hava rætt til góð barnaár’ er ein verkætlan, ið miðjar eftir at hjálpa børnum, ungum og familjum, har rúsur er ein trupulleiki.

‘Fyri at verkætlanin skal kunna røkka út til so nógv sum møguligt – tí tað eru nógv, sum ikki vita, at hetta tilboðið finst – valdi mann, at lata alla puljuna har’, segði Svanbjørg Manai, stjóri í Frímerkjadeildini hjá Posta.

Hoyr innslagið her.

Mynd: Góðan morgun Føroyar