200.000 krónur afturat til Kjad
Føroya Landsstýri hevur aftur játtað 200.000 krónur til blákrossverkætlan í Kjad. Tað kemur omaná tær 400.000, ið vórðu játtaðar í fjør.
Tað var í fjør, at Føroya Landsstýri játtaði 400.000 krónur til verkætlanini ”Sig nei til rúsdrekka og narko” í Ndjamene í Kjad. Harumframt fóru 200.000 krónur av landsinnsavnanini hjá Bláa Krossi í 2015 til somu verkætlan í Kjad. Søkt hevur aftur verið um stuðul til hesa verkætlanina, og nú hevur Føroya Landsstýrið játta 200.000 krónur afturat til hesa verkætlanina.
Verkætlanin í Kjad er nú víðkað, so hon kann ganga yvir longri tíðarskeið og harumframt eisini røkka út til onnur øki í Kjad enn bara til høvuðsstaðin.
Frágreiðingarnar frá verkætlanini higartil í Kjad vísa, at verkætlanin røkkur langt út og ger mun.
Minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna
Eitt av høvuðsmálunum við verkætlanini, er at minka um rúsdrekka- og rúsevnamisnýtsluna millum tey ungu í Ndjamena. Tað verður millum annað gjørt við at kunna tey ungu um vandarnar við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu og at geva teimum annað innihald í gerandisdagin enn rúsdrekka. Leiðarar, lærarar, foreldur og onnur eru við í verkætlanini.
Ovurnýtsla av rúsdrekka hevur havt sera nógvar neiligar fylgjur við sær í Kjad. Til dømis hevur rúsdrekka og evnið Tramadol verið orsøk til 20% av øllum deyðsføllum í ferðsluni í Kjad (WHO 2014). HIV/AIDS er ein stórur trupulleiki, og tá ið rúsdrekka og rúsevnir eru uppií, so er tað ein sannroynd, at tað spreiðir seg enn meira.
12.000 næmingar
Fleiri skúlar í Ndjamena hava verið við í verkætlanini. Á hesum skúlunum eru meira enn 12.000 næmingar. Blái Krossur í Kjad hevur verið við til 190 undirvísingartímar.
Umframt at venda sær til tey ungu í skúlunum, vendir verkætlanin sær eisini til teir ungu motorsúkkluførararnar, ið brúka motorsúkklurnar sum hýruvognar.
Minni rúsdrekka
Nakrar broytingar hómast. Millum annað, at lærarar og onnur starvsfólk á skúlunum siga, at tað er minni rúsdrekka- og rúsevnisnýtsla í skúlunum, minni rúsevnissøla, lærararnir eru áhugaðir í nýggjum frálæringarhættum, og meira enn helvtin av motorsúkkluførararunum hava tikið eina HIV-roynd.
Altjóða stuðul
Altjóða Blái Krossur, International Blue Cross, stýrir verkætlanini í tøttum samstarvi við Bláa Kross í Kjad. Umframt stuðulin frá Føroya Landsstýri og Bláa Krossi í Føroyum verður verkætlanin stuðlað av sveisisku stjórnini og hjálparfelagsskapum í Sveis.
Mynd: Sverri Steinhólm saman við Anatole Gonba Tao úr Bláa Krossi í Kjad á altjóða aðalfundi á Madagaskar í oktober 2016.
Les fleiri spennandi greinar í nýggja blákrossblaðnum: www.blakross.fo/kunning-2/blakrossbladid