100.000 arbeiðsár mist vegna alkohol relateraðar skaðar

Dr. Nick Sheron, lækni og spesialistur í livra sjúkum, tekur í samrøðu við The Guardian fram ávirkanina rúsdrekka-nýtslu hevur á samfelagi. Í Onglandi hava meira enn hálv millión fólk verið innløgd vegna sjúku/trupulleikar voldir av rúsdrekka og rúsevnum síðani 2010 og hetta er mett at kosta heilsuskipanini áleið 6 milliardir krónir um árið.

Nógv gransking, millum annað kanningar Dr. Nick Sheron hevur gjørt, vísa á, at rúsdrekka skaðar kroppin á ymiskan hátt. Livurin er tað, ið flest vita, verður ávirkað av rúsdrekka, men kroppurin verður eisini ávirkaður meira óbeinleiðis. Kanningar vísa m.a. at rúsdrekka spælir ein leiklut í meira enn helvtini av epilepsi deyðsføllum og í einum triðingi av sjálvmorðum. Hjá monnum spælir rúsdrekka ein leiklut í meira enn 25% av deyðsføllum har høgt blóðtrýst, krabbamein í munninum, og aðrar krabbameins- og hjarta-sjúkur vóru orsøkin. Hjá kvinnum eru meira enn 8% deyðsføllum, har orsøkin var krabbamein í bróstinum, sett í samband við rúsdrekka.

Tað, sum er so farligt við teimum sjúkum, ið rúsdrekka ávirkar meira óbeinleiðis, er, at tað skulu nógv minni nøgdir til fyri at skaðin skal henda, sigur Dr. Sheron. Hinvegin, tá livurin tekur skaða, er tað tí sera nógv rúsdrekka er drukkið.

Í Onglandi hevur man rokna út, at rúsdrekka-relateraðir skaðar hava kostað samfelagnum tað, sum svarar til 100.000 ár av arbeiðstíð. Tá hetta er samanborið við hjartatilburðir (74.000 ár), krabbamein í lungunum (43.000), sukursjúku (8000) og rúsevnir (3000) sæst, at rúsdrekka er ein heilt stórur trupulleiki har nógv for nógv fólk doyggja ov tíðliga. Hóast rúsdrekka-relateraðir trupulleikar hava so stóra ávirkan á samfelagið, so er nógv meira fokus á og meira pengar givnir til hinar nevndu sjúkurnar.

Kelda:
The Guardian
House of Commons Health Committee
Projections of alcohol death – a wake-up call

 

Skrivað hevur Lív Justinussen