Sýrutripp – ein nýggjur rúsfríur summarkokkteyl

Nú kanst tú bjóða sjafførinum ein leskiligan kokkteyl uttan alkohol, so tit kunnu koma heim í øllum góðum.

Blái Krossur Føroya og Ráðið fyri Ferðslutrygd samstarva aftur í ár um tiltak við uppskoti til ársins leskiliga summardrykk uttan alkohol. Nýggi drykkurin smakkar av føroyskum summari og kann lættliga gerast við sýrum úr føroysku náttúruni – og drykkurin hevur tí fingið navnið Sýrutripp.

Hóast festivalar og stevnur ikki vera sum vant í ár, er ikki óvanligt, at øl, cider og vín eru fastur partur av summarveitslum kring landið. Men summi drekka ikki rúsdrekka – tað kann vera vegna heilsu, tí tey eru við barn, tí tey eru sjaffør ella av øðrum orsøkum. Tí verður við hesum eggja til at hava leskilig rúsfrí alternativ, so øll kunnu hugna sær til veistluna.

– Um tú syrgir fyri leskiligum alternativum til tey, ið koyra bil, ert tú ein góður vinur og umhugsin vertur, sigur Lovisa Petersen Glerfoss frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Vit vilja tí heita á vertir at hugsa um rúsfrí alternativ til gestirnar, so at øll kunnu njóta hugnan og koma trygt heimaftur.

Gutti Winther hevur gjørt ársins leskiliga rúsfría summardrykk, ið eitur Sýrutripp. Drykkurin er lættur at gera og inniheldur sýrur, ið finnast allastaðni í føroysku náttúruni, vatn, flormelis, lime, brúsvatn og ísterningar. Og vit skulu heilsa og siga, at hann smakkar sera væl.

– Vit møta nógvum fólki, ið ynskja onnur rúsfrí alternativ enn sodavatn, tá onnur rundan um borðið sita við einum fínum kokkteyl, sigur Lív Justinussen, samskipari av Liv Lívið átakinum hjá Bláa Krossi Føroya. Vit vóna, at skeinkistøð, matstøð og veitsluvertir hugsa um tey mongu, sum ikki drekka alkohol – og at ung sum heild royna seg í at gera ein leskiligan rúsfrían drykk úr føroysku náttúruni.

Sýrutripp er lætt at gera. Hevur tú hug at royna teg heima við hús ella saman við vinunum? Trýst her fyri at síggja uppskriftina – Skál!