Forsíða
| Sólfríð Maria í Rók

Stuðulskonsert í Løkshøll

12. mai verður stór konsert í Løkshøll í samband við árligu landsinnsavningina hjá Bláa Krossi Føroya.

Gjøgnum dagin vera bússurnar hjá Bláa Krossi bornar í hvørt heim í Føroyum, og so endar dagurin við stórari konsert í Løkshøll. Fleiri av okkara fremstu tónleikanøvnum koma at framføra, kryddað við spennandi innsløgum um arbeið okkara. Eisini verður onkur spennandi frumframførsla á skránni.

 

Ásbjørn Berthelsen hevur nógvar hattar, har gyklarin og kórleiðarin eru tveir, ið kunnu nevnast. Eisini er Ásbjørn sera kendur í Løkshøll, sum má sigast at vera hansara heimavøllur. 12. mai roynir hann seg sum solist, og henda síðan stendur einki aftanfyri alt hitt, hann hevur undirhildið okkum við.

Maria á Lakjuni er eftirhondini ein av okkara allarbestu sangarinnum. Hon hevur givið fleiri útgávur út seinastu árini, har nøkur løg havi verið heilt nógv at hoyrt.

Dógg Nónsgjógv og Allan Tausen vóru við okkum á Reinsarínum í mars-mánaði á kvøldsetu hjá Bláa Krossi til eitt framúrskarandi gott tiltak.

Lena Andersen hevur, saman við Niclasi, verið í Skjólinum til eitt framúrskarandi sterkt og ríkt kvøld.

Guðruna Sólju Jacobsen gleða vit okkum sera nógv at fáa framvið, og vit ivast ikki í, at hon sum vant kann geva kvøldinum nakað serligt.

Jens Marni Hansen hevur ríka okkum við nógvum landaplágum seinastu nógvu árini. Hann hevur verið partur av fleiri bólkum, ið hava klárað seg væl, og tey seinnu árini hevur hann verið mest frammi við egnum navni.

 

Vit gleða okkum at hoyra tey øll í Løkshøll 12.mai!

 

 

Peningurin í ár fer til fyribyrgingararbeiði millum børn og ungdóm í Føroyum við verkætlanunum Øll hava rætt til góð barnaár og Liv Lívið, ið hava sera nógv at gera! Vit náða als ikki øllum børnum og ungum, ið bíða eftir hjálp, og tørva tí góðan stuðul til arbeiðið.

Kom og stuðla sera gevandi og innihaldsríkum arbeiði, og fá eitt upplivilsi við á vegnum.

 

Konsertin verður í Løkshøll 12. mai kl.20.00 og kostar 310,-

KEYP ATGONGUMERKI HER

 

 

Les meira um Landinnsavnanina

Tags: