Soleiðis ávirkar alkohol heilsuna

Alkohol kann vera skaðiligt fyri kroppin og kann gerast bundisligt. Við alkoholnýtslu gerst vandin størri fyri at fáa ov høgt blóðtrykk, hjartaslag, magabruna, húðsjúkur, gikt o.a.. Norska felagið AV-OG-TIL hevur nøkur nákvæm dømi um, hvussu alkohol ávirkar heilsu okkara.

 

Órinsverja (Immunforsvar)

Hvítu blóðkyknurnar eru ein umráðandi partur av órininskervinum (immunsysteminum), sum er kropsins týdningarmesta verja í stríðnum ímóti brunasjúkum. Alkohol viknar tær hvítu blóðkyknurnar í stríðnum ímóti brunasjúkum, og tí er kroppurin í størri smittuvanda fyri sjúkum (t.d. hálsbruna) í eitt heilt samdøgur aftaná alkoholinntøku. Etanolmýlini í alkoholi tarna TLR (protein), sum er eitt umráðandi evni í órininskervinum, og tí fær kroppurin ikki vart seg. Eisini kann høg alkoholnýtsla gera tað verri at gerast frískur aftur frá eini drúgvari krímsjúku.

 

Kreft

Etanolmýlini í akoholinum økja eisini um vandan fyri at fáa krabbasjúku, s.s. bróstkrabba, hálskrabba, langa- og baktarmskrabba, livurkrabba, munnholukrabba og svølgrúmskrabba. Fyri hvørt glas av alkoholi, økist vandin; eisini um alkoholnýtslan er lítil. Áleið 10% av krabbaraktum monnum og 3% av krabbaraktum kvinnum koma av alkoholi.

 

Hjarta- og æðrasjúkur

Alkohol økir um mongdina av strongdarhormoninum kortisol. Um hetta talið er høgt, økist vandin fyri hjarta- og æðrasjúkum.

 

Sukursjúka

Smáar nøgdir av alkoholi kunnu (eftir ávísum kanningum) fyribyrgja sukursjúku, men drekkur ein nógv av alkoholi, kann tað menna sukursjúku umvegis bris- og livraskaðar.

 

Drykkjusjúka

Drykkjusjúka (alkoholisma) kemur av javnari alkoholnýtslu yvir eina tíð. Øll, sum drekka javnan og nóg nógv, kunnu fáa drykkjusjúku.

 

 

Les upprunagreinina her: AV-OG-TIL