Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur á gáttini

Endiliga er hann her. Rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur Føroya. Og tó, nakað seinur.

Undanfarna samgonga skrivaði í samgonguskjalið í 2011, at “ein greiður rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur skal orðast”. 17. juli 2015 – stutt áðrenn løgtingsvalið varð útskrivað – legði Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum, rúspolitikkin fram. Embætisfólk í Heilsumálaráðnum høvdu tá í longri tíð arbeitt við orðingum til rúsdrekka- og rúsevnispolitikkin. Ætlanin var at leggja henda politikkin til aðalorðaskiftis í Løgtinginum. Men av tí at løgtingsval varð útskrivað, datt hetta fyribils burtur.

Í arbeiðinum at orða henda politikkin vóru ikki færri enn 23 hoyringspartnarar, sum gjørdu brúk av møguleikanum og góvu sítt ískoyti til málið. Blái Krossur Føroya var eisini við sum hoyringspartnari.

Álitið um rúsdrekka- og rúsevnispolitikkin fyllir 82 síður. Har verður greitt frá gongdini innan økið, skrivað verður nakað um rúsevni, um fyribyrging og hvat heimsheilsustovnurin World Health Organisation (WHO) mælir til. Síðani verður mælt til at fremja eina rúgvu av ítøkiligum átøkum. Aftast í álitinum verða hesi 28 tilmælini nevnd í stuttum eins og ein meting er av, hvat tað fer at kosta at seta hesi tilmæli í verk.

 

Millum tilmælini eru hesi:

Fólkaheilsuráðið skipar fyri kampanju um vandarnar við rúsevnismisnýtslu. Ráðið eigur at seta málið á skrá í 2016.

Uppfylging og íverksetan av átøkum. Fólkaheilsustovnurin fær til uppgávu at tryggja, at átøkini í hesum Rúsdrekka- og rúsevnispolitikki verða fylgd upp og sett í verk.

Minka miðalnýtsluna. Málið er, at árliga miðalnýtslan av reinum alkoholi fyri hvønn íbúgva 15 ár og eldri, minkar til í mesta lagi 6 litrar í 2020.

Viðgerðartilboð til ung skipast. Verandi viðgerðartilboð til ung eru ikki nøktandi. Tørvur er á at skipa tilboð, sum eru málrættað til henda aldursbólk.

 

Sum nevnt, varð álitið lagt fram stutt áðrenn løgtingsvalið varð útskrivað, og løgtingið fekk tí ikki høvi at viðgera álitið. Tískil verður tað upp til nýggju samgonguna at taka álitið fram aftur, viðgera tað og seta tilmælini í verk.

Tað er týðandi, at eitt so týdningarmikið evni sum rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur, sum hevur so stóra ávirkan á heilsuøkið, almannaøkið, løgreglu og nógv annað í samfelagnum umframt á sera nógvar einstaklingar, børn og familjur kring alt landið, ikki bara endar í onkrari skuffu, men at tað verður viðgjørt politiskt, og at ítøkilig átøk verða sett í verk.

Ein partur av forarbeiðinum er longu gjørt. Nú ræður um hjá somgonguni eftir løgtingsvalið at arbeiða víðari, skipa aðalorðaskifti og seta ítøkilig átøk og tilmæli í verk.

Vit ynskja nývaldu og endurvaldu politikarunum hjartaliga til lukku við valinum og góða eydnu við arbeiðinum at seta rúsdrekka- og rúsevnispolitikkin í verk. Vit í Bláa Krossi vilja eisini fegin koma við okkara fagligu ráðgeving og hjálp, um tørvur er á tí. Tað mest týðandi er tó, at Føroyar og føroyingar fáa ein ítøkiligan rúsdrekka- og rúsevnispolitikk – og at hann ikki verður steðgaður ella vendur á gáttini.

 

Skrivað hevur: Frants Jensen, aðalskrivari Blái Krossur Føroya

 

Les allan rúsdrekka- og rúsevnispolitikkin her

Les meir úr nýggja Blákrossblaðnum her