Passivir rúsevnamisnýtarar

Fjølmiðlar, politikarar, heilsuøkið, ja samfelagið sum heild mugu tora at taka málið við passivum rúsevnamisnýtarum upp. Hetta skal ikki fáa loyvi at vera eitt tabu-øki. Fyribyrging hevur verið slagorðið innan heilsuøkið í nøkur ár, men tá ið tað kemur til rúsdrekka, rúsevni ella passiva rúsevnamisnýtslu, so fær fyribyrging næstan einki pláss.

Tað eru nógv í Føroyum, ið lýða av misnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum. Blái Krossur er ein av stovnunum, ið roynir at hjápa hesum fólkunum Hesi seinnu árini er tað tó vorðið greiðari, at tað eru ikki bara tey, ið sjálvi hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, ið hava brúk fyri hjálp. Tey, ið liva tætt uppat einum misnýtara, hava eisini brúk fyri hjálp. Eins og passivir roykjarar, eru passivir rúsevnamisnýtarir í stórum vanda fyri at vera skadd – ofta uttan at tey sjálvi geva sær far um tað. Hvørt ár eru umleið 160 persónar í viðgerð á Blákrossheiminum fyri rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtslu. Kanningar vísa, at í miðal eru fimm avvarðandi fyri hvønn rúsmisnýtara.
Tískil eru rættiliga nógvir føroyingar, sum eru passivir rúsevnamisnýtarar.
Í 2006 byrjaði Blákrossheimið at skipa fyri skeiði fyri avvarðandi at rúsmisnýtarum. Tað varð skjótt greitt, at tørvurin er stórur hjá fólki, sum liva tætt uppat rúsevnamisnýtarum, at hava eitt forum, har tey kunnu tosa opið um tað, ið rørir seg í teimum, og fyllir sera nógv í gerandisdegnum. Eitt stað, har tey møtast við øðrum, sum eru í somu støðu, og sum skilja teirra trupulleikar. Samstundis eisini eitt stað, har professionell fólk kunnu veita hjálp.
Tíverri hevur hetta í nógv ár verið eitt tabu-øki. Hetta ynskja vit at bróta. Tað er ikki nøkur skomm at vera passivur rúsevnamisnýtari. Møguleiki skal hinvegin vera at fáa hjálp við tí, ið fólk stríðast við. Millum annað ótta, aggressjón, sjálvsvirði, harðskap, at fáa gerandisdagin at koyra og nógv, nógv annað.
Av royndum vita vit, at í einum heimi, har ein rúsdrekka- ella rúsevnismisnýtari er, fyllir viðkomandi sera nógv í gerandisdegnum. Í nógvum førum mugu tey, ið eru rundan um, laga gerandisdagin eftir, hvussu statt er við rúsevnamisnýtaranum. Men hetta eigur ikki at vera so. Viðkomandi eigur ikki at stýra lívinum hjá øllum hinum í húskinum.
Blái Krossur hevur sum eitt av sínum hjartamálum at hjálpa avvarðandi at rúsmisnýtarum. Tað gera vit millum annað við at fyriskipa skeið fyri avvarðandi at rúsevnamisnýtarum. Eitt annað av okkara hjartamálum er, at øll børn hava rætt til góð barnaár. Fyri at náa hesum málinum skipa vit bólkar fyri børn, ið vaksa upp í heimum, har rúsdrekka myndar gerandisdagin í heiminum. Eisini hesum hava vit góðar royndir av.
Tað eru nógvir passivir rúsevnamisnýtarar í Føroyum – bæði børn og vaksin. Nógv, sum líða undir avleiðingunum av rúsevnamisnýtslu. Um ein livir undir hesum í langa tíð, uttan at fáa nakra hjálp, so verður ein eisini skaddur. Skaðin er ikki altíð eins lættur at máta, sum tað til dømis er við passivari royking, men skaðin er har, ofta sálarliga.
Fjølmiðlar, politikarar, heilsuøkið, ja samfelagið sum heild mugu tora at taka málið við passivum rúsevnamisnýtarum upp. Hetta skal ikki fáa loyvi at vera eitt tabu-øki. Fyribyrging hevur verið slagorðið innan heilsuøkið í nøkur ár, men tá ið tað kemur til rúsdrekka, rúsevni ella passiva rúsevnamisnýtslu, so fær fyribyrging næstan einki pláss. Hvørki í orðum ella pengum. Her má samfelagið leggja um og veruliga raðfesta fyribyrging innan rúsevnaøkið. Tað sparir ikki bara landinum nógvar krónur og oyrur, men eisini nógvar mannalagnur.

Frants Jensen,
aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya