Norskur granskari biður ung við tunglyndið nýta rúsdrekka

Rúsevnisgranskarin Sverre Nesvåg kom fyri stuttum við teimum ráðum til norskan ungdóm, ið stríðist við tunglyndið, at fáa sær nøkur gløs av rúsdrekka fyri at slappa av.

Hendan útsøgnin hevur møtt sterkari mótstøðu í norska samfelagnum. ‘Faksjefurin’ hjá norska Bláa Krossi, Sten Magne Berglund, sigur, at hetta eru ræðandi ráð at geva ungdómi. Hann heldur ikki, at tað er fakliga forsvarligt at ráða ungum í aldrinum 12-14 ár at nýta rúsdrekka sum sjálvgivnan heilivág fyri tunglyndið. Berglund undrar seg yvir orðini hjá Nesvåg og spyr um hann veruliga heldur hetta vera góð ráð at geva ungdóminum.

Blái Krossur eru ikki tann einasti, ið hevur svara aftur til útsøgnina hjá Nesvåg. Í grein á NRK skrivar læknin Terje Vevatne, at hetta er ein stórur feilur. Vevatne sigur eisini, at alkohol hjálpir ikki uppá trupulleikar, men einans doyvir teir. Vevatne er fyrrverandi yvirlækni á Rogaland A-centre og hevur arbeitt við læknum, ið sjálvir hava havt rúsdrekka trupulleikar. Ung við trupulleikum av tunglyndi skulu hava heilivág og psykiatriska viðgerð, og ikki ólógliga drekka rúsdrekka. Tað, ið Nesvåg ráðgevur teimum ungu at gera, er beinleiðis vandamikið, sigur Vevatne.

Stórtings-politikarin, Kjersti Toppe, svarar eisini Nesvåg aftur og sigur, at hon skilur væl hvat Nesvåg meinar við, tá hann tosar um trýsti tey ungu liva undir, men hon heldur ikki at rúsdrekka hjálpir uppá trupulleikan. Toppe, ið er útbúgvin lækni, vísur á, at kanningar vísa, at rúsdrekka nýtsla í ungum árum kann leiða til misnýtslu og hevur stóra ávirkan seinni í lívinum.

Útsøgnin hjá Sverra Nesvåg kemur í kjalavørðinum av eini kanning frá NOVA, ið vísur, at 10% av 8-10 floks næmingum hava eyðkennir av tunglyndi. Ímillum gentur í 10. flokki stríðast 1 útav 5 við tunglyndi ella hava eyðkennir av tunglyndi. Kanningin vísir eisini, at norskur ungdómur drekkur minni enn áður. 85% av næmingunum siga seg aldrin hava følt seg rúsaðan.

Til hesa kanningina sigur Berglund, at tað er gleðiligt at norski ungdómurin drekkur minni, men tekur undir við at tey ungu stríðast. Tey ungu eru undir sera stórum trýsti, bæði tá tað kemur til útsjónd og skúla, og hendan trupulleikan mugu vit taka í álvara. Vit eru noydd at kjakast um hvussu hesin trupulleikin verður loystur best, men at ráðgeva ungdómi at drekka rúsdrekka man vera tann ringasta loysnin uppá trupulleikan, sigur Berglund.

Meira kann lesast her!

 

Skrivað hevur Jákup Justinussen