Hvussu íslendska modellið kollvelti rúsfyribyrging

Nógv hava hoyrt um íslendska modellið og bæði umboð frá landinum, kommunum og onnur hava síðstu árini havt samband við og verið til fyrilestrar hjá Planet Youth, ið saman við øðrum hava ment tað íslendska modellið.

Fyri tykkum, ið ikki vita hvat tað inniber ella hvussu stóra ávirkan tað hevur kring allan heimin, so kunnu vit vísa á, at í dag er hesin arbeiðshátturin ein íblástur fyri nógv lond og vísur vegin fyri hvussu vit fáa fyribyrgt ungdómsavbjóðingum. Hetta er ein nýskapandi tilgongd til avbjóðingar í ungdómsárunum og kann nýtast um allan heimin og tvørtur um mentanar- og samfelagsmunir.

Kann hesin arbeiðshátturin brúkast í Føroyum?

Fyribyrgingardeildin hjá Bláa Krossi Føroya var bæði í fjør og í síðsta mánaði á ráðstevnu hjá Planet Youth og vit halda, at Íslendska modelli er avgjørt nakað, vit kunnu taka til okkum og tillaga til føroyska samfelagið.

Á ráðstevnuni, Planet Youth 2024, sum var í síðsta mánaði, varð víst á nógv slóðbrótandi úrslit, ið hesin arbeiðshátturin hevur havt við sær í Íslandi, og hvussu tað nú verður sett í verk í 17 londum kring heimin. Á ráðstevnuni luttóku áleið 200 fólk frá 26 ymiskum londum – úr Føroyum vóru umboð frá Bláa Krossi Føroya og trivnaðarnevndin hjá Eysturkommunu.

Til ráðstevnuna prátaðu vit nógv við trivnaðarnevndina og vóru á einum felags fundi við Planet Youth, um hvussu vit kunnu seta íslendska modellið í verk í Føroyum. Vit eru spent at síggja, hvat hetta samstarvið kann leiða til. Um hetta skal eydnast krevur tað tó eina broyting í stórum partum av samfelagnum og at fleiri kommunur ella at landið er við.

Hvat er íslendska modellið?

Í stuttum er tað eitt rúsfyribyrgjandi átak, ið leggur dent á at styrkja teir fyribyrgjandi faktorarnar rundan um tann einstaka. Hesir faktorar eru:

  • sosiala umhvørvið
  • frítíðarvirksemi eftir skúla
  • luttøka í ítrótti
  • skúli og útbúgving
  • foreldravirksemi í ítróttinum hjá børnum
  • foreldra nærvera og stuðul
  • o.a.

Um hesir faktorar verða styrktir, minkar vandin fyri at ung koma illa fyri av rúsdrekka ella rúsevnum, umframt at tað minkar um aðra risiko atferð (Sigfúsdóttir et al., 2008).

Hvat hendi hjá íslendingum?

Tað íslendska modellið er komið burtur úr teimum átøkum, ið vóru sett í verk í 1997, tá íslendskur ungdómur setti Europa met í at drekka mest. Tað hevur víst seg at vera ein sera effektiv strategi fyri at skapa varandi broyting í samfelagnum. Við fokus á rúsfyribyrging tíðliga í lívinum, hevur tilgongdin víst seg bæði at minka um misbrúk, mistrivnað og at viðlíkahalda lágu tølini.

Tá tað er sagt, so siga vit ikki, at íslendingar ikki drekka – eisini ung – men drekki-mentanin er fyri ein stóran part av íslendingum nógv broytt. Tað sum hevur størst týdning er, at talið av ungum, ið drekka, er fallið markant. Hví hevur hetta størst týdning? Tí heilin er so sárbærur, og ávirkanin av rúsinum er so nógv størri í ungdómsárunum. Í 1997 høvdu 42% av 15 ára gomlum verið full seinasta mánaðin (Sigfúsdóttir et al., 2008) og frá 2007 og líka til nú hava einans 5% av 15 ára gomlum verið full síðsta mánaðin” (ESPAD, 2019).

Hvat skulu vit so gera í Føroyum?

Tað er sjálvandi nógv ymiskt, ið skal til, nógv verður longu gjørt og í summum førum krevur tað betri samstarv. Um vit skulu koma við tveimum grundleggjandi fokusøkjum, ið vit sakna at síggja meira av í Føroyum, so eru tað:

  1. Vit mugu hava langtíðarloysnir
    Eitt av høvuðspunktunum frá ráðstevnuni var tørvurin á langtíðarloysnum og ein ætlan, ið fær alt samfelagið at arbeiða saman um hetta málið. Stutttíðar verkætlanir geva stutttíðar úrslit. Við at gera íløgur í langtíðarloysnir við fyribyrging, hevur man møguleika fyri at spara samfelagnum stóran kostnað, bæði fíggjarliga og sosialt.

    Eisini varð tikið fram, at íslendska modellið ikki einans fokuserar uppá at loysa trupulleikarnar hjá teimum ungu, men hyggur eftir øllum samfelagnum. Við at skúlar, foreldur, løgregla og aðrir áhugapartar arbeiða saman, hevur man skapt ein effektivan pall fyri at loysa avbjóðingarnar hjá teimum ungu á ein holistiskan hátt.
  2. Vit mugu arbeiða evidensgrundað
    Ráðstevnan undirstrikaði tørvin á eini evidens-grundaðari tilgongd til rúsfyribyrging og vísti, at íslendska modellið kann geva íblástur til onnur lond, ið ynskja at arbeiða fyri einum sunnum og tryggum umhvørvi fyri ungdómin” sigur Lív Brúsá, sálarfrøðingur á fyribyrgingardeildini.

    Eisini varð tikið fram, at íslendska modellið ikki einans fokuserar uppá at loysa trupulleikarnar hjá teimum ungu, men hyggur eftir øllum samfelagnum. Við at skúlar, foreldur, løgregla og aðrir áhugapartar arbeiða saman, hevur man skapt ein effektivan pall fyri at loysa avbjóðingarnar hjá teimum ungu á ein holistiskan hátt.

    Eitt, ið gekk aftur, var grundtankin: “Vit halda ikki – vit vita!”. Við hesum meintu tey, at tá illgruni var um mistrivnað ella at okkurt gekk skeivan vegin, so seta tey beinanvegin átøk í verk fyri at kanna illgrunan, og burturúr hagtølum kunnu tey gera effektiv og ítøkilig átøk. Niðurlagið í Føroyum plagar at vera: “Vit hava eingi hagtøl, men støðan í Danmark bendir á x, y og z”. Skulu vit brúka pengarnar væl og effektivt og minka um sosiala kostnaðin, er neyðugt seta nógv meira inn fyri at fáa hagtøl.

Vit vita, at tað er áhugi í Føroyum fyri íslendska modellinum og nógv verður tosa um hvussu vit kunnu fyribyrgja, at okkara ungu koma illa fyri av serliga rúsevnum. Vit á fyribyrgingardeildini eru spent at síggja hvat kemur at henda í Føroyum næstu árini og eru altíð klár at samstarva, vegleiða og á annan hátt vera ein viðspælari tá talan er um at fyribyrgja, at ungdómurin í Føroyum kemur illa fyri.

Fyribyrgingardeildin hjá Bláa Krossi Føroya