Forsíða

Ný Ný

Ný Ný er ein verkætlan, sum er gjørd í samstarvi við Bláa Kross Føroya, Megna Títt Lív og Kristin Helgadóttir.
Magni Højgaard var íverksetin handan verkætlanina, sum byrjaði í 2018. Tá starvaðist hann í Bláa Krossi Føroya, har eitt av hansara mongu arbeiðum var, at koyra óynskt endurnýtsluklæðir, í tonsvís, niðan á Sandvíkarhjalla og av landinum.

Í mars 2019 varð søkt um fíggjarligan stuðul til verkætlanina og fingu játtað umhvørvisstuðul á virði 120.000 kr.

Ætlanin við verkstovuni er at skapa eitt umhvørvi, sum einhvør, við áhuga fyri nýtnýtslu, kann føla ognarskap í.
Seymistovan er opin í veterahálvini. Endamálið við tilboðnum

er at framleiða barnaklæður, men tað er eisini møguleiki, at seyma sær ymiskt úr endurnýtsluklæðum og gera ábøtur á egin klæðir. Seymistovan er opin fyri øll, ið hava áhuga fyri nýnýtslu.

Seymistovan er opin hvørt hóskvøld frá kl. kl. 17.00
Les meira um tilboðið her: https://www.facebook.com/nyny.blakross

Ábyrgdar persónur fyri Ný Ný
Kirstin Helgadóttir
tel: 251728
teldupostur: