Góð jólaráð til foreldur um ung og rúsdrekka/rúsevnir
Desembur mánaður er fyri nógv ein hugnaligur mánaður við jólum, nýggjári og ikki minst øllum veitslunum, konsertunum o.ø., ið fólk fara til.
Spyrt tú ungdómin, so siga nógv, at 2. jólakvøld er størsta ballingarkvøld í árinum. Tað er feria, og fólk vilja hugna sær við at fara ein túr í býin, hava tað stuttligt og møta vinum og kenningum. Afturat hesum veitslukvøldinum eru ofta fleiri jólaborðhald og so sjálvandi nýggjárið. Desembur mánaður er tí ein mánaður, har nógv verið drukkið, tí nógv er at feira. Tí hevur tað týdning, at tú sum foreldur tosar við títt barn um rúsdrekka og rúsevnir.
5 góð ráð
1. Hvat heldur tú?
Hugsa um tínar meiningar og hugburð til rúsdrekka og rúsevnir. Besta fyribyrgingin fyri at ung ikki koma illa fyri orsakað av rúsdrekka er, at foreldur hava greiðar meiningar og greinsur, og at tað verður tosað við ungdómin um hetta í einum jaligum og opnum samskifti. Tað finnast nógvar ymiskar fatanir av, hvat tað besta er at gera, og tað kann vera torført at vita, hvat er tað rætta. Her kanst tú lesa um ymsar meiningar, ið ofta vera hoyrdar í samfelagnum, og hvat gransking sigur.
2. Samtalan
Tosa við tann unga um rúsdrekka og rúsevnir, og um hvørjar meiningar tú hevur, og reglur tú setur. Spyr tann unga um hansara ella hennara upplivingar, og hvat tey halda, men ver greiður í, hvar tú stendur. Tað hevur týdning, at tey kenna seg hoyrd og vird. Til eina tílíka samtalu hevur tað týdning, at tú fyrireikar teg til spurningar, ið møguliga kunnu koma. Les meira her
3. Avtalur
Ger avtalur við tann unga. Góðar avtalur eru t.d. eitt tíðspunkt nær tey skulu vera heima; at tey kunnu ringja, um eitthvørt er; ringja fyri at vera avheintaði; siga frá, um ballið flytur stað; ringja, um tey gerast ov full, o.s.fr. Her kanst tú lesa hent ráð, um hvat tú kanst gera.
4. Um tey fara í býin
Um tann ungi hevur avgjørt at fara í býin, hevur tað týdning at tosa við tey um nøgdirnar, ið tey drekka og at minna tey á at drekka vatn.
5. “Ansið eftir”
Vegleið tey ungu at ansa eftir sær sjálvum og hvørjum øðrum, og ikki at fara frá drykkinum. Tað hava verið nakrar sakir í ár, har fólk hava upplivað, at teirra drykkur er blivin spike’aður (útalaðast speikaður), t.v.s. at onkur hevur koyrt okkurt rúsevni í. Hetta kann vera sera vandamikið, tí tú veit ikki hvat evnið er, og tí ikki hvørja ávirkan tað hevur. Um tú ivast, um tú hevur drukkið okkurt, ið var spike’a, so hevur tað týdning, at tú kemur undir læknahond og samstundis boðar løgregluni frá, hvat er hent, og at tú heldur, at onkur hevur koyrt okkurt í drykkin hjá tær. Tað hevur týdning, at boða løgregluni frá, so at røttu royndirnar kunnu verða tiknar, ið kunnu nýtast, um málið verður meldað.
Nógv rúsevnir í Føroyum í løtuni
Sambært løgregluni eru í løtuni nógv rúsevnir á marknaðinum og tí er tað lætt at fáa fatur á – serliga er nógv av hasj og frímerkjum (LSD). Frímerkini kunnu síggja so óskyldug út, men kunnu hava sterka og vandamikla ávirkan. Løgreglan veit at siga, at ung eksperimentera við hesum evninum og fáa vinir at halda vakt, so onkur er at ringja 112, um tað gongur galið. Um tú googlar LSD frimærkerkanst tú síggja, hvussu tey síggja út.