Glaður um at tað eydnaðist at fáa føroyskan stuðul
Hjalmar Hansen hevur síðstu fýra árini verið næstformaður í altjóða Bláa Krossi. Hann gleðist millum annað um føroyskan stuðul í altjóða arbeiðinum.
Til aðalfundin í altjóða Bláa Krossi í Sibiu í Rumenia í 2012 varð Hjalmar Hansen úr Rituvík uppstillaður til altjóða nevndina. Hann varð valdur og hevur sitið sum næstformaður fram til aðalfundin í Antananarivo á Madagaskar í oktober 2016. Hann stillaði ikki uppaftur hesaferð.
Føroyskur stuðul
– Eg haldi, tað hevur verið ein spennandi tíð í nevndini. Eg eri serliga glaður um, at Føroya Landsstýri vildi vera við at stuðla verkætlan hjá Bláa Krossi í Kjad. Og eisini at Blái Krossur í Føroyum var við og stuðlaði gjøgnum landsinnsavnanina, sigur Hjalmar.
Hann vísir eisini á, at gjøgnum altjóða nevndararbeiði hevur hann fingið stórt innlit í blákrossarbeiðið ymsastaðni kring heimin, og hvat lond stríðast við. Og innlit í tær avbjóðingar, ið eru, tá ið arbeitt verður við menningararbeiði kring heimin.
Føroyar gera mun
Hjalmar er sannførdur um, at Føroyar eisini kann gera stóran mun á altjóða pallinum.
– Sjálvt um tað bara búgva 50.000 fólk í Føroyum, so kunnu vit gera stóran mun. Í blákrosshøpi eru Føroyar millum sjey tey størstu londini, saman við Norðurlondunum og Týsklandi og Sveis. Arbeiðið er væl skipað, tað er professionelt og góðskan er høg í arbeiðinum. Føroyar hava eisini luttikið virkið í altjóða arbeiðinum í fleiri ár, so vit skulu ikki forsmáa okkum burtur. Onnur lond, ið nóg illa vita, hvar Føroyar er, eru ofta yvirraskað, at vit við so lítlum íbúgvaratali kunnu gera so stóran mun, sigur Hjalmar.
Fíggjarligt grundarlag
Nevndin hevur vanliga havt tveir fundir um árið, har allir nevndarlimirnir hittast, og so hava tað eisini verið tveir skype ella telefonfundir um árið.
– Tað eru serliga trý viðurskifti, ið hava merkt hesi fýra árini, eg havi verið við. Tað fyrsta var at fáa eitt fíggjarligt grundarlag at byggja á, sum var eitt sindur hægri enn tað, ið hevði verið áðrenn teir nógvu pengarnir, ið komu frá “tv-kampanjuni” í Norra. Ymsar broytingar eru gjørdar, millum annað við fundraising og at blákrosslondini taka fíggjarliga ábyrgd fyri verkætlanum. Sjálvt um tey stóru úrslitini ikki síggjast enn, so vóni eg, at hetta fer at gera mun. Fyri tað næsta hava vit eisini arbeitt nógv við viðtøkubroytingum bæði við at minka nevndina, men eisini at gera ymsar broytingar, so at felagsskapurin kann vera meira smidligur. Til dømis komu broytingarnar ígjøgnum nú, at nevndin kann avgera, hvar høvuðsskrivstovan skal vera. Fyrr mátti aðalfundurin avgera í hvørjum landi, tað skuldi vera. Tað triðja, ið eisini hevur havt stóran týdning hesi árini, er at fáa hækka virðingina fyri altjóða felagsskapinum. At hetta hevur eydnast, sæst m.a. við at altjóða Blái Krossur nú hevur fingið status sum hoyringspartnari hjá ST, tá ið talan er um rúsdrekka og heilsuviðurskifti, sigur Hjalmar.
Føroyskur nevndarlimur í framtíðini?
Hjalmar stillaði ikki upp aftur til nevndina.
– Tað eru tvær orsøkir til, at eg ikki stillaði upp aftur. Onnur er, at tað tekur nokk so nógva tíð, tá ið fundirnir ofta vara í tríggjar dagar umframt ferðing. Og eg havi trupult at finna tíðina til tað. Hin orsøkin er, at eg haldi, at nevndin er betri mannað við fólki, ið til dagligt eru vikin í blákrossarbeiði í egnum landi. Tað var eg, tá ið eg stillaði upp, men eg skifti starv, og tí er støðan ein onnur
Hann heldur tó, at Føroyar saktans kunnu fáa ein nevndarlim aftur.
– Nevndin má helst umboða eina breidd av limalondunum. Har haldi eg, tað er týdningarmikið, at Norðurlondini eisini eru umboðað. So har mugu vit standa saman sum Norðurlond og stuðla hvørjum øðrum, sigur Hjalmar.
Tøkk
Blái Krossur takkar Hjalmari Hansen hjartaliga fyri hansara íðinskap í blákrossarbeiðinum her í Føroyum og síðstu árini eisini í altjóða blákrossarbeiðinum.
Mynd: Hjalmar Hansen avmyndaður í Madagaskar.
Les fleiri spennandi greinar í nýggja blákrossblaðnum: www.blakross.fo/kunning-2/blakrossbladid